Tá góðar gerðir skulu setast í verk, verður mangan leitað til tey "illavorðnu" at fáa peningin
- úr Børkuvísum
Vinna

Føroya Handverkarafelag hevði ársaðalfund á Tekniska Skúla í Klaksvík 21. apríl 2018, og Klaksvíkar Handverkarafelag var vertur fyri fundinum.

Á fundi vóru umboð frá øllum limafeløgunum, sum eru Nes Sóknar Handverkarafelag, Vága Handverkarafelag, AWU (flogmekanikarar), Vestmanna Handverkarafelag, Klaksvíkar Handverkarafelag, Fuglafjarðar Handverkarafelag og Norðstreymoyar Handverkarafelag. Stjórnarumboð fyri trý av limafeløgunum stóðu fyri vali og vórðu øll afturvald.

Formaðurin greiddi frá, at undanfarna ár hevði verið eitt sera virkið ár hjá felagnum við sáttmálasamráðingum og nógvum fundum bæði innan- og uttanlands. Virksemið í landinum er eisini nógv, og tað sæst eitt nú aftur í øktum limagjøldum til felagið.

Enn eru samráðingarnar um nýggjan sáttmála við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið ikki byrjaðar. Men samráðingarnar við Landsstýrið um nýggjan sáttmála við Føroya Handverkarafelag/Landsfelag Handverkaranna eru byrjaðar.

Tosað varð um krøv til komandi samráðingar, og har eru ynski um hægri løn og um at lyfta eisini tey á endaløn upp. Nakað av tjaki var eisini um, um inngjaldið til eftirløn, sum hjá teimum flestu er 13%, átti at verið hækkað.

Sáttmálin við Føroya Arbeiðsgevarafelag og AWU gongur út 1. oktober í ár, og samtykt var at siga sáttmálan upp.

Føroya Handverkarafelag, sum síðan 2016 saman við øðrum fakfeløgum hevur átt helvtina av LÍV, arbeiðir saman við hinum feløgunum um at keypa restina av LÍV. Avtalan var, at hetta keypið skuldi vera avgreitt eftir 10 árum. Formaðurin Suni Simonsen upplýsti, at fyrireikingar til keypið ganga skjótt og væl. 

Færoya Handverkarafelag endurnýggjar javnan sínar tryggingaravtalur, og seinast varð hetta gjørt í fjør. Tryggingarognin hjá limunum hevði gott avkast í fjør, 2,6%. Fyri eftirlønaruppsparingina í LívPensjón er tað eydnast at lækka prosentið fyri umsiting úr 6% niður í 5,5% av árliga inngjaldinum. Fasta árliga gjaldið er tó óbroytt.

Føroya Handverkarafelag leggur stóran dent á at kunna nevndarlimir og álitisfólk í felagnum. Skipað var fyri fakfelagstúri við Norrønu til Íslands 3.-6. apríl 2017, og har var undirvísing í evnum, sum hava serligan týdning fyri nevndarlimir og starvsfólk hjá fakfeløgum. Og í oktober í fjør vóru allar nevndirnar í lokalu feløgunum á skeiði um ymisk fakfelagsmál.

Á aðalfundinum varð greitt frá um Vitan, sum er ein grunnur, Føroya Handverkarafelag og Føroya Handverksmeistarafelag varða av, og sum veitir stuðul til eftirútbúgving av handverkarum. Formaðurin upplýsti, at tað koma ov fáar umsóknir til Vitan, so neyðugt verður at kunna limirnar betur um hendan stuðulsmøguleikan.

Í fjør 5. og 6. oktober varð fyri fyrstu ferð í Føroyum skipað fyri FM-kapping fyri handverkslærlingar. Tað vóru lærlingar innan timbur, rørsmíð og hárfríðkan, sum kappaðust um at gerast Føroyameistari. Kappingin var væleydnað og verður endurtikin. Fyriskiparar av tiltakinum vóru Føroya Handverkarafalag, Landsfelag Handverkaranna, Føroya Handverksmeistarafelag, Glasir Smiðjugerð, Tekniski Skúli í Klaskvík og Yrkisdepilin.

Føroya Handverkarafelag fylti 60 ár í fjør, og í tí sambandi gav felagið út bók, sum Erhard Jacobsen hevði skrivað.

Á skránni á aðalfundinum var eisini framløga og rundvísing á Tekniska Skúla í Klaksvík, sum Atli Feilberg Hansen stóð fyri. Og Eygunn Samuelsen, landstýriskvinna, var eisini og greiddi frá nýggju pensjónsskipanini. Framløgan var greið, og har vórðu settir ymsir spurningar.

Í starvsstjórnini hjá Føroya Handverkarafelag sita nú Suni Simonsen, formaður, Heini Heinesen, næstformaður og Poul Johannes Svabo, nevndarlimur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo