Hægsti vísdómur er at vita, at tú veitst onki
- Sokrates
Vinna

Leygardagin 31. august kl.16 letur Miklagarður í SMS aftur í 4 vikur, meðan handilin verður endurnýggjaður. Miklagarður letur upp aftur 26. september í nýggjum hami.

Sum fleiri longu hava lagt til merkis, so eru stórar umvælingar í gongd í Miklagarði í SMS. Hetta er bert byrjanin uppá eina fullkomna endurnýggjan av handlinum. Miklagarður letur nevnliga aftur í 4 vikur fyri síðan at lata upp aftur sum Føroya nýggja matmekka við einum úrvali, vit ikki hava sæð í Føroyum fyrr. Eisini verða nýggjar skipanir, sum skal gera tað lættari og skjótari at avgreiða sítt keyp. 

Hetta verður sostatt ein nútímansgjørdur handil, sum livir upp til krøvini viðskiftafólkini seta til ein matvøruhandil í dag. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo