Læn heldur pening frá einum dapurskygdum. Hann væntar ikki at fáa teir aftur
- Oscar Wilde
Innlendis ítróttur

TB megnaði heldur óvæntað at fáa ein javnleik í hús ímóti HB seinnapartin.

Dysturin í Trongisvági ímillum TB og HB endaði við javnleiki 1-1. Útjavnandi málið fekk TB í 90. minutti, eftir at HB hevði lagt seg á odda 1-0 í 74. minutti.

Málskjútti hjá TB var Stefan Radosavljevic, meðan málskjútti hjá HB var Adrian Rúnasson Justinussen.

Við javnleikinum í dag hevur TB nú megnað at skavað 8 stig saman eftir fimm umfør, meðan HB bert er komið uppá 6 stig.

Tað er harvið greitt, at HB longu nú hevur mist fleiri stig, enn teir gjørdu alt kappingarárið í fjør.

Í fjør fekk HB 73 av 81 stigum, men í ár er øðrvísi statt, og nú fimm umfør eru farin aftur um bak, hevur HB longu mist níggju stig.

Úrslitini í Betri deildini í dag:
EB/Streymur-AB 5-1
ÍF-Skála 0-3
TB-HB 1-1
KÍ-NSÍ 2-0

Dysturin ímillum Víking og B36 varð avlýstur av veðri.

Við sigrinum í dag hevur Skála lagt seg upp á liðina á B36 við 12 stigum, meðan KÍ er komið upp á 11 stig. TB er nummar fýra við 8 stigum, meðan NSÍ hevur 7 stig.

HB er á 6. plássinum við 6 stigum.

Í botninum fekk EB/Streymur síni fyrstu trý stig, meðan ÍF er nýtt botnlið við einum stigi.

AB hevur trý stig, meðan Víkingur hevur fýra stig.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo