Tú hevur meira tol við bilføraranum aftanfyri enn tí frammanfyri
- Bill McGlashen
Innlendis ítróttur

eSport.fo: Í dag, leygardagin tann 13. apríl, er føroyameistarakapping í telduspælinum Counter-Strike: Global Offensive, sum eSport.fo skipar fyri á hvørjum ári. Talan er um eitt telduspæl, sum hevur vundið serstakliga nógv uppá seg kring allan heimin - eisini í Føroyum.

Tær seinastu vikurnar hava føroya kringastu leikarar í spælinum dystast á alnótini, fyri at avgerða, hvørji av liðunum fáa heiðurin at spæla um føroyameistaraheitið á einum sokallaðum  LAN tiltaki, har tað ikki verður spælt á alnótini, men saman á einum staði.

LAN tiltakið verður hýst í hølunum hjá Elektron á Staravegi 9 í Tórshavn. Elektron er høvuðsstulun til føroysku CS:GO kappingardeildina og tískil hevur kappingin heitið Elektron deildin. Tiltakið byrjar klokkan 14:30 og væntað verður við, at føroyameistarin er funnin einaferð eftir 19 tíðina um kvøldið, tó at tað er trupult at siga júst nær, tá dystirnir kunnu verða skiftandi í longd. Har hava øll høvið at hyggja við á storskíggja saman við familju og vinfólki, og eisini verður møguligt at fáa sær ein bita. Tiltakið er ókeypis, og øll eru vælkomin.

Hjá teimum har tað ikki liggur fyri at verða til staðar til kappingina, ella til tey sum bert eru eitt sindur forvitin, ber til at síggja kappingina á eSport.fo og kendu stroyming heimasíðuni twitch.tv/esportfo. Áskoðaratølini á hesum miðlum hava verið støðugt vaksandi, og væntað verður, at øll met verða sligin til finalurnar.

Tó at tað eru stórir vinningar, so kann sigast, at teir flestu leikarirnir spæla tí at tað er nakað teir brenna fyri. Rúni Winther Johnsen, samskipari hjá eSport.fo sigur, at tað er sjálvandi eitt stórt pluss hjá leikarunum, at teir eisini kunnu vinna nógvar vinningar, men hjá teimum flestu er tað ikki tann avgerandi faktorurin hjá bestu leikarunum - teir elska spælið og kappingarumhvørvið.

Tað eru heili 50.000 krónur í vinningum, og tó at tað kann tykjast sum ein stór upphædd, so eru spæla leikarirnir uttanlanda fyri fleiri milliónir krónur. Tó so sigur eSport.fo, at tey eru serstakliga fegin um stuðlarnar til deildina, og at undirtøkan frá stovnum og fyritøkum hevur verið størri enn man nakrantíð hevði væntað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo