Sjúkt er samfelag, har tað loysir seg best einki at eiga og einki at tíma
- úr Børkuvísum
local.fo

News in English

Vinna

Yvirlit yvir vøru- og tænastuhandilin millum Ísland og Føroyar fyri árini 2009 til 2018. Bláu stabbarnir umboða Ísland, meðan reyðu stabbarnir umboða Føroyar. Teir myrku litirnir, sum eru teir niðastu, fevna um vøruhandilin, meðan teir ljósaru litirnir, sum eru teir ovaru, eru tænastuhandilin

Sendistovan í Reykjavík, mánaðarbræv: Í nýggju uppgerðini frá íslendsku hagstovuni sæst, at Føroyar hevur avlop á vøru- og tænastuhandlinum við Ísland.

Ísland flytur út fyri 8.463 mió. ISK (~494 mió. DKK) til Føroyar, meðan Ísland flytur inn úr Føroyum fyri 10.483 mió. kr. (~612 mió. DKK) ella ein munur uppá 2.020 ISK (~118 mió. DKK) til fyrimuns fyri Føroyar.

Verður hugt at vøruhandlinum fyri seg, so sæst, at Ísland (myrkari blái liturin) hevur munandi størri avlop við Føroyar øll árini.

Verður hinvegin hugt at tænastuhandlinum, so sæst, at Føroyar (ljósari reyði liturin) hevur havt avlop við Ísland øll árini, burtursæð frá 2009, tá Ísland hevði eitt lítið avlop.

Men samanlagt fyri bæði vøru- og tænastuhandilin, hevur Føroyar havt avlop við Ísland síðan 2015.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo