Skal eg velja ímillum frið og rættvísi, so velji eg rættvísi
- Theodore Roosevelt
local.fo

News in English

Politikkur

Herfyri boðaði grønlendski flokkurin Inuit Ataqatigiit frá, at Grønland eigur at fáa ein arktiskan ráðharra í donsku stjórnini eftir eitt komandi fólkatingsval.

Eitt áhugavert sjónarmið, havandi í huga, at Danmark, ið ikki er arktiskt land, bert er limur í Artiska ráðnum, orsakað av Grønlandi og Føroyum.

Føroyar og Grønland sleppa tó at sita til borðs í arktiska ráðnum, men hava ongan atkvøðurætt.

Sjálvsagt er okkara mál at  fara eftir fullum limaskapi í Arktiska ráðnum, har vit føroyingar kunnu umboða okkara egnu áhugamál mótvegis alheims samfelagnum.

Tað eru vit føroyingar, ið umboða okkara sjónarmið best, og ikki ein onnur tjóð vegna okkum.

Men meðan vit bíða, eiga vit at brúka hvørt høvi at markera okkum og vísa á okkara sjónarmið og áhugamál, serliga sum fiskivinnutjóð í einum viðbreknum arktiskum øki.

Persónliga meti eg ikki, at vit eiga at leggja okkum út í danskan politikk, men tá tað kemur til arktiska økið, so viðvíkur hetta okkum og grønlendingar og ikki danir.

Tað eru vit, ið vera ávirkað av veðurlagsbroytingunum, tað eru okkara samfeløg í Norðurlatlandshavi, sum eru mest sárbær av broytingum í høvunum, broytingum, ið hava beinleiðis ávirkan á okkara livibreyð.

Hóast Føroyar ikki eru fjaldar í ísi meginpartin av árinum, eins og Grønland, so er stóra havumhvørvið hjá okkum viðbrekið yvirfyri broytingum av hitanum í havinum.

Lítlar broytingar í havumhvørvinum kunnu fáa eitt nú pelagiska fiskin at flyta seg burtur úr føroyskum sjóøki. 

Sum norðurlendskur samstarvsráðharri í 4 ár og nú limur í “Artic  Mayors Forum”  havi eg fylgt nógv við í arktiskum politikki, tí hetta hevur mín stóra áhuga.

Eg havi eygleitt, hvat londini vilja gera til tess at koma framat arktiska ráðnum, og harvið  ræðisrættinum í arktiska økinum.

Sum arktisk tjóð eiga vit tí at strongja á at fáa ta talutíð, og teir pallar vit kunnu, til tess at verja okkara áhugamál.

Ein føroyskur arktiskur ráðharri gevur okkum í øllum førum størri tyngd enn núverandi færøudvalg í fólkatinginum.

Hetta kundi verið okkara lopfjøl til endaliga og fulla limaskapin í arktiska ráðnum.

Annika Olsen
Valevni Fólkafloksins til Fólkatingið

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo