Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Lesarin skrivar

Føroyar er mítt heimland, við í mínum heimlandi fylgir náttúran, og við náttúruni fylgir kvøldið, og náttin, vissi eg ikki kann sleppa at ganga í náttúruni um kvøldið og um náttina, hvussu kann eg so siga at Føroyar er eitt frítt land?

Vit eiga at sleppa at vera úti, har er alt sum vit kennast við.

Alt okkara lív hava vit vita at fjølluni, grasið, og luftin hevur verið har.

Hvussu kunnu tit bannað at vera úti, ta einasta tíðspunkti tannáringar og børn oftast eru úti?

Í hesari tíðuni tá ið telefonin er komin, sita vit øll altíð inni allan dagin, og um tey flestu eru sum eg, siti eg spent og bíði til kvøldið kemur, tí at tá eri eg altíð saman við mínum vinfólki og hugni mær úti.

Hetta er sera keðiligt at man nú skal bannað at vera úti um næturnar.

Í øllum ungdóminum eru ikki øll korrupt, tað at summu av tannáringunum gera brátsverkir, so skal tad ikki ganga út yvir øll. um man so sigur at vit hava ein skúla flokk, og ein situr og larmar, so sendur lærarin ikki øll til stjóran, nei, bara tann eini næmingurin sum larmar, tað sama við okkum.

Sama við landinum, hetta burdi landi ikki blanda seg uppí, hetta skuldi foreldrini tikið sær av, og lært børninum fólkaskikk, so at tað ikki gongur út yvir øll børn.

Eg fái ikki meg sjálva til at kalla Føroyar eitt frítt land longur.

Bjørk Mørkøre Hansen
14 ár
Klaksvík

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo