Satt gestablídni er kunsturin at fáa gestirnar at føla seg, sum vóru teir heima, hóast tú kundi ynskt, at tað var har, teir vóru
- ókendur
Innlendis ítróttur

Tá ið HM fyri blandað lið var av, var tað, sum væntað, Kina, sum vann.

Føroyar endaðu sum nummar 44 av teimum 56 londunum, sum luttóku.

Erik Engelbrecht Thomsen, formaður í Badmintonsambandi Føroya, sigur: “At kappingin hevur verið sera væleydnað fyri okkara ungu leikarar. Føroyar vóru seedaðar sum nummar 56, og kláraðu vit at spæla okkum 12 pláss upp. Ein av orsøkunum, at Føroyar kláraðu seg so væl, var 3-0 sigurin á Kosta Rika, men eisini varð trýst lagt á bæði Noreg og Ísland.”

Bartal Poulsen, VÍF var tann leikarin, sum veruliga gjørdi vart við seg. Hann vann 4 av 5 dystum í einmansleiki, og er hetta allarhelst størsta altjóða avrik í badminton nakrantíð.

Hetta er størsta tiltak, sum føroyskt badminton nakrantíð hevur luttikið í. At sleppa at spæla í eini høll á stødd við Tórsvøll og at spæla ímóti verðins bestu ungdómsleikarum, var sera stuttligt og mennandi fyri føroysku leikararnar.

Í 2017 verður HM fyri U19 í Indonesia.

Landsliðið hjá teimum vaksnu er í hesum døgum í Sofia, Bulgaria, har tey taka lut í EM fyri blandað lið, sum er í døgunum 11. – 13. november. Føroyar eru í bólki við Estlandi, Litava og Bulgaria. 

Tey, sum eru úttikin til hesa avbjóðing eru:
Rannvá Djurhuus Carlsson, HBF
Brynhild Djurhuus Carlsson, HBF
Gunnva Jacobsen, HBF
Kristina Eriksen, HBF
Benjamin Gunnarstein, HBF
Bartal Poulsen, VÍF
Niclas Eysturoy, HBF
Magnus Dal-Christiansen, HBF

Til ber at fylgja við føroysku badmintonleikarunum á facebook-síðuni hjá Badmintonsamband Føroya og á badmintoneurope.com.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo