Tað er vandi í hvørjari vælferð
- føroyskt orðatak
Innlendis ítróttur

Føroyar eru farnar fimm pláss skeivan veg á FIFA listanum yvir, hvussu sterkar heimsins fótbóltstjóðir eru.

Listin bleiv dagførdur 4. apríl, og orsøkin til, at Føroyar dragna á listanum, man eisini vera tapið ímóti Malta herfyri. Malta er farið tvey pláss fram á listanum.

Føroyar vóru nummar 97 áðrenn dagføringina og liggja nú nummar 102 ímeðan Jordan hevur tikið gamla plássið hjá Føroyum.

Tað er ein stigaskipan sum ger av, hvar londini liggja á listanum. Føroyar fóru frá at hava 1238 stig til at hava 1213 stig.

Aftast á listanum liggur San Marino við 0 stigum, ovast liggur Belgia við 1737 stigum.

Danmark er nummar 10, Svøríki nummar 14 og Ísland nummar 40, frammanfyri Noreg sum er nummar 50.

Allur listin sæst her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo