Lítið nyttar at leiða mann, ið ikki vil seta føturnar undir seg sjálvan
- føroyskt orðatak
local.fo

News in English

Vinna

Føroyska sendistovan í Reykjavík: Verður hugt at vøruhandlinum higartil í ár (januar til juli), so sæst at Ísland hevur munin fyrstu fýra mánaðirnar (jan.- apríl), men Føroyar hevur munin seinastu tríggjar mánaðirnar (mai – juli).

Samlað sæð (januar til juli), so er munurin ikki serliga stórur fyrstu 7 mánaðirnar av hesum árinum.

Ísland hevur útflutt fyri 2.195 mió. ISK (~119 mió. DKK) til Føroya og Ísland hevur innflutt úr Føroyum fyri 2.056 mió. ISK (~112 mió. DKK), ella ein munur uppá 139 mió. ISK (~7 mió. DKK).

Tølini fyri tænastuhandilin millum londini fyri 2019 eru ikki uppgjørd enn, men vanliga hava vit rímiliga stórt avlop av tænastuhandlinum við Ísland.

Seinastu árini hevur Ísland havt rímiliga stórt avlop av vøruhandlinum, meðan Føroyar hevur havt samsvarandi ella størri avlop av tænastuhandlinum, so samlaða úrslitið hevur verið, at Føroyar samlað hava havt avlop í samhandlinum við Ísland.

Útflutningur Íslands fyrstu 7 mánaðirnar í ár. Íslendska flaggið merkir útflutningur Íslands til Føroya og føroyska merkið merkir føroyska innflutningin til Íslands (= føroyska útflutningin til Íslands). Heimild: Hagstofa Íslands

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo