Skal eg velja ímillum frið og rættvísi, so velji eg rættvísi
- Theodore Roosevelt
local.fo

News in English

Onnur tíðindi

Føroyar eru bara kulari nú í eygunum hjá ungum, enn tær vóru fyri 5-6 árum síðan.

Meira liberalar og betri og fleiri arbeiðsmøguleikar.

Hetta tóktist at vera boðskapurin í analýsuni hjá Súsannu Olsen, stjórnmálafrøðingi, sum var í Degi og Viku í kvøld og hugleiddi um tilflytingina, ið hevur verið til landið seinru árini.

Hendan tilflytingin sær ikki út til at enda í bræði.

Nei, næsta ár ætla enn fleiri útisetar at flyta aftur til Føroya.

Tað vísir ein nýggj kanning, sum fyritøkan Syntesa hevur gjørt.

Ein, sum ætla sær at koma aftur til Føroya eftir loknan lestur, er Sissal Hofgaard Hestoy, sum var í Norðurlandahúsinum í dag og kannaði møguleikarnar á starvsstevnuni Jobmatch.

Hon heldur, at Føroyar eru vorðnar áhugaverdari og rúmligari at búgva í.

Sí Kvf-innslagið her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo