List verður skapað í einsemi
- úr Børkuvísum
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Spanien er ein av okkara stóru útflutningsmarknaðum og Catalanien er vorið eitt sera væl umtókt ferðamál hjá Føroyingum. Spanien er eitt áhugavert og gott land, men tíðanverri við einum nú sitandi sera harðrendum stýri sum ikki vil góðtaka ynski hjá Catalanien um sjálvstýri hóast demokratiskur meiriluti er fyri hesum.

Catalanien biðir ídag um alheims hjálp við at mótmæla yvirfyri Sponsku Stjórnini at 9 ósekir, fongslaðir Catalanskir politikarir hava fingið næstan 100 ára fongulsdómar. Hesir dómar eru eitt óhoyrt brot á øll mannarættindi.

Eg heiti á nýggja uttanríkisráðharra okkara Jenis av Rana um Føroya vegna at senda mótmæli til Sponsku stjórnina. Føroyar eru ein kristin tjóð, vit byggja á tey kristnu virðini og vit hava skyldu at verja tey sum eru fyri órætti og átala har sum órættur verður framdur.

Hóast Føroyar eru lítlar á altjóða pallum so hava vit eina rødd og moralskan rætt at mótmæla tá ósek fólk verða tveitt í fongsul.

Íslendarir sýndu dirvi tá teir á sinni lótu Bobby Fisher búseta seg í Íslandi. Latum okkum sýna sama dirvi og bjóða Puigdemont politiskt friðskjól í Føroyum.

Johan Mortensen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo