Arbeiði spillir ongan
- føroyskt orðatak

VP spyr

NAVN / NR.FO

Tiltøk

Fríggjadagin, tá mentanarnátt er í Keypmannahavn, varpar Climate Planet á Ráðhúsplássinum ljós á Føroyar, grøna orku og veðurlagsavbjóðingar í Norðuratlantshavi, har Føroyar – avbyrgdar frá evropeiska meginlandinum – eru eitt grønt dømi í Norðuratlantshavi.

Allan dagin eru veðurlagsavbjóðingar, grøn orka, ferðavinna, laksaaling, fiskivinna og nútímans føroysk matmentan á skránni i Climate Planet, og um kvøldið verður konsert við Eivør Pálsdóttir klokkan 22, umframt at føroyskir filmar og aðrar videoupplivingar eisini eru á breddanum. Talan er um filmarnar Vetrarmorgun, Skuld og Tunnan.

DR-vertirnir Jesper Theilgaard og Jacob Illeborg, sum er hálvur føroyingur, stýra einum parti av tiltakinum í Climate Planet við videoupplivingum og samrøðum við gestir í planetini. Dagurin byrjar við seminari fyri innbjóðaðum allan fyrrapartin, og síðani er frí atgongd í Climate Planet restina av seinnapartinum frá kl. 14.00. Tá mentanarnáttin byrjar klokkan 18.00 er atgongd við “kulturpassi”, har almenningurin og gestirnir á mentanarnáttini á Ráðhúsplássinum hava høvið at fáa eina norðuratlantiska uppliving í hjartanum av Keypmannahavn. Sí skránna fyri tiltakið niðanfyri.

Skrá – opið hús í Climate Planet

Kl. 14.00 Climate Planet filmurin - ein filmur um veðurlagssøguna frá Big Bang og inn í framtíðina, sum veðurlagsserfrøðingurin á DR Jesper Theilgaard hevur gjørt.

Kl. 15.00 Stuttur fyrilestur við Jesper Theilgaard um framleiðsluna av filminum um veðurlagssøguna. Filmurin verður vístur eftir fyrilesturin.

Kl. 16.00 Norðuratlantiskar veðurlagsavbjóðingar við Føroyum sum grønum dømi – upphiting, bráðnandi ísur og broytingar í havfrøðini við Jesper Theilgaard veðurlagsserfrøðingi á DR.

Kl. 18.00 Mentanarnáttin byrjar í Climate Planet við føroyska filminum “Vetrarmorgun” eftir Sakaris Stórá.

Kl. 19.00 Jesper Theilgaard, veðurlagsserfrøðingur, viðger veðurlagsavbjóðingar í Norðuratlantshavi. Videoupplivingar og satellitdata verða víst á NASA-kúluni i Climate Planet og á teimum fýra stórskermunum í salinum, har ljós verður varpað á Føroyar sum grønt dømi i Norðuratlantsavi.

Kl. 20.00 Verturin á DR Kontant Jakob Illeborg sigur søguna um grønu Føroyar við videoupplivingum og samrøðum við gestir í Climate Planet.  Hvat merkir framsókna málið hjá Føroyum, at øll elorka á landi skal koma frá varandi orkukeldum i 2030. Hvat merkir hetta m.a. fyri samfelagið, ferðavinnu, laksaaling, fiskivinnu, nútímans føroyska matmentan o.s.fr. – Jakob Illeborg fær svarini i Climate Planet.

Millum gestirnar í Climate Planet verða Sirið Stenberg landsstýriskvinna í umhvørvis- og orkumálum, Turið Horn forkvinna í umhvørvisnevndini hjá Tórshavnar kommunu, Hákun Djurhuus stjóri í SEV, Árni Olsen marknaðarleiðari hjá Atlantic Airways og føroyski sjónvarpskokkurin Gutti Winther.

Kl. 20.50 Samanumtøka við Jørgen S. Christensen, teknologidirektør í Dansk Energi, umframt uppfylgjandi spurningar frá Jesper Theilgaard veðurlagsserfrøðingi.

Kl. 21.10 Føroyski ræðufilmurin “Skuld” eftir Heiðrikk á Heygum.

Kl. 22.00 Konsert við Eivør Pálsdóttir.

Kl. 22.45 Føroyski filmurin “Tunnan” eftir Jónfinn Stenberg og Jóannes Lamhauge.

Kl. 24.00 Mentanarnáttin liðug í Climate Planet.

Climate Planet hevur sín uppruna í Århus sum Europæisk Kulturby 2017. Planetin stóð á havnalagnum í Århus í alt summar, har fólk í hópatali høvdu høvið at hyggja at serstaka filminum um jarðarinnar veðurlagssøgu frá Big Bang og inn í framtíðina. Jesper Theilgaard, veðurvertur og veðurlagsserfrøðingur hjá Danmarks Radio, hevur gjørt filmin í samstarvi við NASA.

Climate Planet hevur serligar tekniskar møguleikar, og tí liggur sera væl fyri at hava áhugaverd tiltøk við framúr góðum tøkniligum møguleikum í planetini, eins og tað eisini ber væl til at hava opið fyri almenninginum á staðnum.

Heilsu- og innlendismálaráðið, Tórshavnar kommuna, SEV og Atlantic Airways hava leigað Climate Planet allan dagin fríggjadagin, og hesir fýra partar skipa fyri føroyska tiltakinum á Ráðhúsplássinum á mentanarnáttini í danska høvuðsstaðnum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo
tann