At vera føðilandsvinur er millum annað at royna at gjalda rokningar sínar rættstundis
- úr Børkuvísum
Lesarin skrivar

Lat ongan iva vera um,  at álvarsomu trupulleikarnir føroyska sjúkrahúsverkið stendur við ídag og sum tykjast sera torførir fyri ikki at siga sum heild vónleysir at loysa, hevur sína harmiligu søgu um tvørrandi samstarv í fleiri áratíggjur, har tað sum ikki virkaði nóg væl, varð brúkt sum jarnbrot fyri at bróta niður tað sum virkaði.  – Úrslitini,  eru kanska ávíst í avkróki, men eru í fjølmiðlum eisini dagliga sjónlig.

Frá vantandi samstarvi
til eina sólskinssøgu

Havi valt í hesi greinini bara fyribils at koma við einum einasta grundleggjandi harmiligum dømi av so mongum, tá so langt aftur sum fyri 45 árum síðani, var lækni óynsktur á Landssjúkrahúsinum vegna samstarvstrupulleikar, sum ikki var óvanligt. Av teirri orsøk, at Klaksvíkar Sjúkrahús hevði tørv á lækna, mælti sjúkrahússtýrið har til, at hann varð settur.

Umframt alment kirurgi, var hann serlækni í ortopedkirurgi. Sigast skal, at hann kom sera væl við hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi, og tí sjálvsagt føroyska sjúkrahúsverkinum sum heild. Hetta kom at hava tann týdning, at upp til okkara  dagar hevur sjúkrahúsið verið bæði avhildið, stabilt og álítandi, samstundis sum eitt dygt og vælvirkandi toymi varð uppbygd um hesa sergrein. Hetta tók tíð og var dygdararbeiði við nógvum  gjøgnumførdum royndum.  Hetta gjørdist sonn sólskinssøga. –  Hetta var heilt nýggj sergrein í Føroyum. Landssjúkrahúsið hevði slettis ikki hesa sergrein. Skal seinni koma inn á samstarvið við Sahva, bandagistar og ortopediska skógvaframleiðslu o.a. og tvørrandi samstarv við Landssjúkrahúsið.

Dyggur ágangur
Sum árini gingu, ístaðinfyri at Landssjúkrahúsið tá fór av álvara undir meira skapandi arbeiði við nýhugsan á helst øðrum økjum og samstarv, byrjaði andstøðan ímóti virkseminum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, sum týðiliga øktist ár eftir ár.  Ágangurin frá Landssjúkrahúsinum tá, var gjøgnumførdur, sum eg ikki skal koma nærri inn á enn,  og nógv var debaterað í bløðunum av leikum og lærdum. Hetta hevur verið til stóran ampa og skaða fyri alt føroyska sjúkrahúsverkið. Mótstøða heldur enn samstarv. – Vit síggja ídag grefligu úrslitini.

Hóast allan hendan mótburð, so kláraði sjúkrahúsið seg við síni sergrein væl ígjøgnum og gjørdist í mong ár álitið føroyinga á økinum.

Strategiin um avtøku av
politiskt valdu sjúkrahússtýrunum

Eg kom sjálvur tá stutta tíð eftir í sjúkrahússtýrið og gjørdist formaður.
Tá var eitt sjúkrahússtýri fyri hvørt sjúkrahús, hesi vóru politiskt vald. Tvær ferðir árliga vóru felagssjúkrahússtýrisfundir hildnir, har samfeldar ætlanir vóru lagdar fyri øll trý sjúkrahúsini. Mótrák  gjørdi seg ofta galdandi frá læknunum á Landssjúkrahúsinum móti viðtøkum.

Ætlanin við at avtaka politiskt valdu sjúkrahússtýrini var púra greið, tað var at leggja alt undir eina leiðslu, fyri at fáa tamt smærru sjúkrahúsini.  Tað royndist hjá teimum stórt sæð eftir ætlan, sum løgdu strategiina, tí, sum fyrr nevnt, so fekst hetta brúkt til jarnbrot fyri at “brúka tað, sum ikki virkaði, at bróta tað niður, sum virkaði”.  At ikki onkrir vansar vóru við politiskt sjúkrahússtýrunum, skal eg ikki fasthalda, men at fyrimunirnir vóru við yvirlutan, er ongin ivi.

Betri image
Stríðið á sjúkrahúsøkinum hevur uttan iva stóran leiklut í, at læknar ikki søkja til Føroya, tí, hvør fer at søkja til eitt øki, har ringur trivnaður er, millum fólkið í fyritøkuni, og tað er ikki hent í avkróki,  (vísi til seinastu árini í fjølmiðlunum m.a.).

Føroyar er eitt lítið land við 50.000 borgarum, tí skal uppbyggjast eitt nýtt og meiri tekkiligt image á sjúkrahúsøkinum og tað verður ikki gjørt við at niðurberja smærru sjúkrahúsini – tvørturímóti! Fari at koma í komandi grein inn á trivna og trygd!

Jógvan við Keldu

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo