Tá fólk sleppa trúnni á Gud, trúgva tey ikki á onki, tey trúgva á hvat sum helst
- G. K. Chesterton
Lesarin skrivar

At føroyingar vóru við at bjarga jødum undan týsku jagstranini undir seinna heimsbardaga, hevur verið ikki so fáum okkara kunnugt, td Maurentius Poulsen, Ljósá.

Seinni eru so fleiri nøvn nú komin fram alment, t.d: Karl Nolsøe, Vágur, Elias Johansen, Tórshavn, Sigmundur í Dali, og Jens í Dali, Tórshavn.

Óivað eru fleiri enn hesir nevndu, sum vóru við at rætta neyðstaddu og flýggjandi jødunum í Danmark ein hjálpandi hond, tá ið neyðin var ovurhonds stór. Gott, at vit nú vita um fleiri føroyingar, menn og helst eisini kvinnur, ið settu sítt egna lív í vanda fyri at bjarga neyðstøddum jødum.

Seinasta heyst skipaðu danir fyri 75 ára hátíðarhaldi fyri bjarganini av donskum jødum í 1943, eftir at nazistarnar høvdu lagt ætlanir um at taka allar danskar jødar og senda teir til Týsklands í oktober 1943. Hendan ætlan eydnaðist ikki nazistunum til fulnar, men nakrir jødar vóru tó tiknir og sendir suður um týska markið í fangalegur. Summir teirra endaðu sínar dagar har.

Gleðiligt er, at gongd er í arbeiðinum at granska føroyska leiklutin at bjarga jødum undir krígnum. Sum skilst, so hevur Miðflokkurin, í einum fyrispurningi, tikið málið um jødarnar fram á løgtingi. Á henda hátt verður ljóskastarin settur á hetta viðkomandi málið.

Tá ið ein hevur ferðast í Ísrael, hevur hetta mál verið havt á munni um jødarnar, sum vóru bjargaðir í Danmark og førdir yvir um til Svøríkis. Tá ið ein so hevur nevnt at føroyingar vóru millum hesar bjargingarmenn, hevur hetta elvt til ovfarni, gleði og takksemi millum jødar. Eg havi hitt einstakar danskar jødar í Ísrael, sum á henda hátt vórðu bjargaðir yvir til Svørikis.

Svenning av Lofti

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo