Har øll sópa fyri egnum durum, verðu gøtan skjótt rein
- Johann Wolfgang von Goethe
Politikkur

Jacob Vestergaard á Facebook: Føroyingar hava í øldir gagnnýtt havsúgdjór, øll tey, sum teir hava havt møguleikan at fáa fatur á. Nú hevur ein rørsla tikið seg upp í Føroyum, sum hevur funnið útav, at nøkur havsúgdjór, serliga springarar, eru fittari enn onnur. So fitt, at tey ikki mugu drepast.

Undarligt at hoyra Kaj Leo Johannesen, Ingolf S Olsen og onnur havast at springaradrápi.

Føroyingar drepa ikki springarar til stuttleika, men fyri at fáa mat á borðið. Sjálvsagt skulu vit til eina og hvørja tíð gagnnýta alt tað tilfeingi, ið vit hava í havinum, eisini havsúgdjór.

Vit hava altíð brúk fyri øllum tí, ið vit kunnu veiða av fugli, fiski og hvali, og harvið fáa ókeypis døgurðamat. Innløga hevur altíð havt og hevur framvegis stóran týdning.

Vit hava greiðar lógarkarmar fyri allari veiðu og eru væl skipað.

Vit veiða ikki orsaka av siðvenjuni. Siðvenjan hevur onki við málið at gera. Tað var ikki fyrrenn vit fingu skjóttgangandi bátar, at møguleiki var at reka og halda springarar til.

Tað rakar ongan útlending, hvørki í New York ella London, at vit drepa springarar í Føroyum.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo