Tá lívið er fyrireikað á besta hátt...kemur deyðin
- úr Børkuvísum
Tiltøk

Nú mikukvøldið 15. november kl. 19.30 heldur Jákup Reinert Hansen, lektari, fyrilestur í Hoyvíkar kirkju við evninum "Tá reformatiónin kom til Føroyar".

Fyrilesturin, sum byggir á nýggja gransking, greiðir frá, hvussu tann evangeliska trúgvin fekk fastatøkur millum fólkið her á landi. Jákup Reinert Hansen sigur, at sambært Lucas Debes 1673 høvdu føroyingar so stóran kunnleika um trúnna, at eingin í Danmark kundi metast javnt við teir.

Fyrilesturin er liður í Miðviku-tiltakinum hjá Hoyvíkar kirkju. Eftir framløguna hjá Jákupi verður drekkamunnur í kirkjukjallaranum, har fólk eisini hava høvi at spyrja og viðmerkja evnið.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo