Fyrigev tínum fíggindum. Onki argar teir meiri
- Oscar Wilde
Onnur tíðindi

Mynd: VP.FO

Hervør Hanusardóttir Durhuus, sum er tannlækni, og Herit Magnussen, sum er tannrøktari, eru í miðafrikanska landinum Ruanda í hesum døgum og hjálpa fátækum við ringum tonnum.

Arbeiðið, sum er í bygdini Byumba, nakað norðanfyri høvuðsstaðin Kigali, byrjaði í gjár og heldur fram í eina viku. Tær eru saman við seks øðrum tannlæknum, sum av tilvild hesaferð allar eru kvinnur. Í næstu viku kemur eitt nýtt lið av tannlæknum, sum eisini er í eina viku.

- Vit fáa ikki hjálpt øllum, men vit fáa gjørt mun kortini og tað eru eini 1500 fólk sum so ella so fáa hjálp frá okkum ímeðan vit eru her.

Eitt av málunum er at læra børnini at busta tenn annan hvønn dag og vaska hendur minst einaferð um dagin.

Tað er danski felagsskapurin Tandsundhed Uden Grænser (TUG) sum skipar fyri hjálpararbeiðnum.

VP er við á ferðini og ætlanin er at gera eina videofrásøgn sum kemur seinni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo