Satt gestablídni er kunsturin at fáa gestirnar at føla seg, sum vóru teir heima, hóast tú kundi ynskt, at tað var har, teir vóru
- ókendur
Krutl

Hesa vikuna er David Whale frá Onglandi gestur í heita stólinum hjá Local.fo.

David hevur búleikast í Føroyum síðan 2008, og er hann ein av eigarunum í Heimdal Tours. 

Við Local.fo leggur David upp til, at tað er bæði jaligt og neiligt, at føroyingar eru so róligir ella góðsligir, sum teir eru.

- Føroyingar hava lyndi til at vera sera róligir og líða ikki av politiskari korrektheit, sum er sertakliga kærkomið fyri meg sum ein onglending. Føroyingar hava næstan bara verið vinarligir og hjálpsamir ímóti mær.

- Men at føroyingar eru so góðsligir, sum teir eru, kann eisini vera frustrerandi, tá ein hevur tørv á, at tað skal ganga skjótt fyri seg innan businessheimin, sigur David.

Hann leggur aftrat, at skal man fóta sær sum tilflytari í Føroyum, má ein vera klárur til at byrja av nýggjum aftur.

- Hugsa uttanfyri boksina, tá tað kemur til arbeiðsmøguleikar, tí hetta lítla landið er so avgjørt framvegis eitt land við ótroyttum møguleikum.

- Og ikki blív stressaður av tí føroyska málinum. Tað er sera trupult at læra málið, og tað er eitt trýst á tær at koma at duga tað, men tað kemur við tíðini.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo