Liv Lívið Livandi
- herróp hjá ítróttarfelag
Lesarin skrivar

Vit liva í einum løgnum tíðarskeiði. 

Mentanarfólki í list, m.a. í  skrivi-, málninga- og tónlist verður heilt nátúrliga  skorða undir á øllum mótum av landskassanum, so hesi klára kapping við útheimin og soleiðis kunnu vera eitt gott nýmótans mentanargrundarlag fyri føoysku tjóðina.

At hetta fíggjarliga kann lata seg gera  í  Norðuratlantshavi  á okkara smáu kørgu oyggjum , 1.399 ferkilometrar, vit hava tað eina best í heiminum, er teimum fyri at takka, sum  gjørdu og gera íløgur í okkara grundarlag og ikki minni teimum sum løgdu út á havið fyri at fáa fiskin – tilfeingið – til lands frá nær-, mið- og fjarleiðum. Hesir, sum hava uppbygt vælferðarsamfelagið.  Alt hevur verið ótrygt hjá teimum frá tí hesir fóru, til teir aftur løgdu við bryggju og lastin var seld.

Meðan skorðað verður undir víðfevnda mentanarlívið, fer landsins stjórn í kríggj við okkara høvuðsvinnu fiskivinnuna, tí  landsstýrið metir, at hon gevur ov nógv til teir, sum reka vinnuna.

Pástandir móti betri vitan
Seinastu tíðina hava vit sæð hópin av pástandum móti  betri vitan,  orðini hava verið nógv, kanska í so ríkiligt, sum onkur tekur til.

Fari tí bara at koma við smávegis endurgevingum eftir at landsstýrið  próvfast hevur tikið millum triðing og helvt av tilfeinginum frá vinnu:

1. Løgmaður sigur: “Sølan av Sjúrðarbergi (skipum red.) hevur onki við fiskivinnunýskipanina at gera.

2. Fiskimálaráðharrin sigur:“Tað er ikki rætt, tá Hanus Hansen , sigur, at tað hevur við fiskivinnunýskpianina at gera”.

3. Vinnumálaráðharrin sigur: “Bið vinnuna royna seg”!

4. Bara fyri at taka tvey dømir av mongum frá tingmonnum. Ein sigur: “Hetta er partur av spælinum”,  at tikið verður frá teimum, annar sigur ..”tað gjørdi onki um teirra framíhjárættur bleiv minni enn hann var..”.

5. Síðani hava vit sæð onkrar høvundar og tónlistafólk o.a. spælt sær á FB!  Fari fyribils bara at taka ein, er hann nevndur, er hann kendur, Carl Johan Jensen,  hann sigur hesi megnarorð: “.....Hvussu ríkidømið roknað í hundratalsmilliónum og ókeypis rættindum til tilfeingið var og enn er býtt um landið – tað er beinanvegin blivið so vanligt, at ríkiskroppar av bygd keypa ognir í Havn bankabygningar, hotel o.s.v.

–  Her er nokk sagt! Og nýtist ikki nærri frágreiðing.

Fingu óheiðurliga viðferð
Nei, sum byrjað var við, vit liva ídag í eini løgnari tíð, meðan vælferðar- samfelagið mennist við øllum framtøkum í heilsu- og almannaviðurskiftum við list, skrivi- og tónlist og útbúgving  o.n.a., verður fiskivinnan, sum er grundarlagið fyri øllum hesum við dugnaligum vinnulívs - og sjófólki gjørd til láturs!

Tey sum valdu hesa samgongu, fingu tað teimum var lovað, men hetta var ikki heiðurlig viðferð at geva fiskivinnuni á sjógvi og á landi og fyri sovítt heldur ikki restini av okkum føroyingum.

Jógvan við Keldu

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo