Jú svartari náttin, tess bjartari glottin
- Ludvík á Brekku
Onnur tíðindi

Landsverk: Síðani 2008 hevur Landsverk annað hvørt ár bílagt nøgdsemiskanningar, har fólk verða spurd, hvat tey halda um tænasturnar hjá Landsverki og um teirra nøgdsemi við stovnin sum heild. Í trimum teimum seinastu kanningunum eru nøkulunda somu spurningar settir borgarunum, soleiðis at til ber at samanbera úrslitini og síggja, hvønn veg nøgdsemið flytir seg.

Úrslitið av kanningunum verður nýtt til at endurskoða tænasturnar, soleiðis at allar uppgávur altíð verða loystar á best møguligan hátt.

Í seinastu kanningini, sum varð gjørd í tíðarskeiðnum 31. januar – 15. februar 2018, hevur Gallup spurt 520 tilvildarliga valdar borgarar eldri enn 17 ár, ið eru umboðandi fyri allar føroyingar, hvussu tey sum heild eru nøgd við stovnin.

Kanningin vísir nøkulunda sama úrslit, sum í 2016. Út av 7,0 møguligum stigum liggur nøgdsemið í allar flestu førum millum 5,0 og 6,0 í miðal. Serliga eru tað kavaruddingin, kunningin, fakligi førleikin og fyrikomandi atburðurin hjá starvsfólkunum á Landsverki, sum fáa bestu skoðsmál. Størst er nøgdsemið í Sandoynni og Norðoyggjum, meðan minst nøgdsemið er í Suðuroynni.

Kavaruddingin fær góð skoðsmál
Fyri kavaruddingina fær Landsverk 5,6 stig í miðal. Tað er ein lítil framgongd síðani kanningina í 2015, og sama góða úrslit sum í 2016. Kavaruddingin hevur øll árini fingið góð skoðsmál í nøgdsemiskanningunum, sum stovnurin hevur latið gjørt síðani 2008.

Fráboðanin um veðrið fær heili 5,9 stig í miðal hesaferð, sum er ein framgongd í mun til undanfarin ár. Her er tað aldursbólkurin 25-39 ár, sum gevur hægsta stig, nevniliga 6,1 í miðal av 7,0 møguligum. Kanningini vísir eisini, at tað er hesin sami aldursbólkur, sum liggur ovast, tá spurt verður, um tú kannar veðrið á heimasíðuni ella í appini hjá Landsverki, áðrenn tú fer út at koyra í ivaveðri.

Manglandi viðlíkahald er nú meira sjónligt
Landsverk hevur í fleiri førum seinastu árini varpað ljós á viðlíkahaldstørvin á landsvegakervinum og ávarað um, at viðlíkahaldsstøðan bara versnar, um ikki játtanin til viðlíkahald verður munandi hækkað. Í nøgdsemiskanningini hesaferð hómast nú eisini eitt litið afturstig, tá hugt verður eftir nøgdseminum hjá borgarum við eitt nú trygdina í tunlum og við asfaltið á vegunum. Hinvegin er nøgdsemið við skeltingina á landsvegakervinum betrað nakað, tí har hevur stovnurin seinastu tíðina sett upp nýggj vegaskeltir kring landið.

Byggiharraleikluturin er ikki nøktandi
Eitt virkisøki hjá Landsverki fær  munandi lægri miðaltal enn restin í kanningini, og tað er uppgávan at stýra almennum byggiverkætlanum, sum fær 3,7 stig í miðal av 7,0 møguligum. Hetta er ikki eitt nøktandi úrslit.

Í viðmerkingunum hjá teimum spurdu sæst, at talan í nógvum førum er um ónøgd við stýringina av verkætlanini Glasi og skúlanum í Hovi. Tvær verkætlanir, ið hava verið truplar, og sum hava fylt nógv í almenna kjakinum. Hetta kemur ikki óvart á, tí truplar byggiverkætlanir fáa oftani nógva neiliga umrøðu, meðan tey góðu úrslitini sjáldan fáa sama uppmerksemi.

Nýggi skúlin við Marknagil er nú avhendur og tikin í nýtslu. Móttøkan hevur verið sera góð, og spennandi verður at síggja, hvussu bygningurin sum frálíður fer at roynast hjá brúkarunum – tað vil siga næmingum, lærarum og starvsfólkum annars. Úrslitið av hesum fer uttan iva at ávirka framtíðar nøgdsemiskanningar av Landsverki innan hetta økið.

Sum heild kann sigast, at tær viðmerkingar og atfinningar í seinastu nøgdsemiskanningini, sum Landsverk kann gera nakað við, verða tiknar til eftirtektar, og stór áherðsla hevur í longri tíð verið løgd á at styrkja verkætlanarstýringina hjá stovninum munandi. Hetta fer vónandi at síggjast aftur í umdøminum.

Nøgdsemið við grót og asfaltframleiðsluna veksur
Nøgdsemið við framleiðsluna av gróti, skervi og asfalti gongur rætta vegin, vísir nýggjasta Gallup kanningin, og hevur flutt seg frá miðaltalinum 5,0 í 2015 til 5,3 í 2018. Í 2017 gjørdist Landsverk einasti asfaltframleiðari í landinum, og tók seg samstundis av marknaðinum at leggja út asfalt á vegirnar.

Enn ein áheitan um at blanda seg meira fakliga
Kunningin hjá Landsverki fær eisini sera góð skoðsmál í kanningini. Her eru tað serliga tey ungu millum 18-29 ár, sum geva kunningini hjá stovninum heili 6.0 av 7 møguligum stigum, og í miðal fær kunningin 5,9 stig, sum er ein framgongd frá 2016, tá tað var 5,6.

Hinvegin verður enn eina ferð heitt á Landsverk um at blanda seg meira í fakliga viðkomandi kjak í miðlunum. Tann fakliga og óhefta røddin verður eftirlýst. Kanningin vísir, at tey spurdu hava stórt álit á fakliga førleikanum hjá stovninum. Í 2015 var miðaltalið 5,5, meðan tað í 2018 er 5,8, sum má sigast at vera eitt sera gott miðaltal.

Nakrar viðmerkingar frá teimum luttakandi í kanningini
- Landsverk burdi fingið peningin, sum fólk gjalda til vegskatt til viðlíkahald av landsvegakervinum
- Landsverk fær ov nógvar óneyðugar og ógrundaðar atfinningar frá politikkarum, ið ikki eru nóg væl inni í viðurskiftunum
- Landsverk átti at tryggja vegin betri móti seyði um várið og summarið
- Landsverk eru á eini góðari leið, har teir gerast betri og meira sjónligir í miðlunum. Tað kiksar so hjá teimum, tá tað kemur til almennar byggiverkætlanir, men tað er kanska eisini politiska trýstið
- Bygging og eftirlit av almennum bygningum er ikki nøktandi
- Haldi gongdin sum heild er góð, og at Landsverk er ein meira opin stovnur, enn hann hevur verið
- Eg haldi, at Landsverk hevði kunnað gjørt eitt enn betri arbeiði, um stovnurin fekk hægri játtan
- Var Landsverk ikki til, var einki skil í
- Vegarbeiði skal vera sjónligari og betri upplýst á vegunum – størri blinkljós, pílar, so bilførarin sær tað týðiliga og tíðliga
- Starvsfólkini virka professionell

Talvan ovast vísir nøgdsemið á einum stiga frá 1-7 til spurningin um, hvussu samd tey spurdu eru í hesari útsøgn: “Sum heild eri eg nøgd ella nøgdur við Landsverk”. Á talvuni sæst, at miðal nøgdsemið við Landsverk er 5,2 av 7,0 møguligum, ið er tað sama sum fyri tveimum árum síðani. (Kelda: Gallup Føroyar)

Ársfrágreiðingin hjá Landsverki fyri 2017-18 kann takast niður HER.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo