Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Vinna

TOSA: Fyri góðari viku síðani boðaði nýggja telefelagið TOSA frá, at føroyingar longu nú kundu tekna seg sum kundar í TOSA. Við ynski um at hava eitt føroyskt telefelag, var eisini boðað frá, at ein og hvør kundi gerast eigari í TOSA.

Nú hava nærum 500 fólk skrivað seg upp til at gerast komandi kundar hjá TOSA, og nærum 100 fólk til at gerast eigarar í TOSA.

- Vit eru tikin á bóli hvussu góð móttøkan hevur verið! Tað er stuttligt at síggja, hvussu væl fólk taka undir við hesi verkætlanini. Hetta er eitt klárt tekin um, at tað er tíð til broytingar á føroyska telemarknaðinum, sigur Tummas við Skipá, stjóri í TOSA.

Málið hjá TOSA er at fáa 5.000 túsund fólk at tekna seg sum komandi kundar, soleiðis at felagið kann fáa eina góða byrjan, tá farið verður í gongd at bjóða fjarskiftistænastur væntandi í summar.

Telefelagið TOSA fer at seta fokus á lágprís og onnur viðurskifti, ið skapa stór virðir fyri kundan og restina av Føroyum.

Nýggja telefelagið verður fyri øll, ung sum gomul, og tí vil TOSA fegin, at fólk í øllum aldursbólkum tekna seg sum komandi kundar.

TOSA ynskir eisini at fáa enn fleiri eigarar í felagið, soleiðis at felagið verður føroyskt burturav.

Tað er møguligt at tekna seg sum komandi kunda og/ella at gerast eigari á heimasíðuni hjá TOSA.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo