Alf Larsen
- Ikki er neyðugt at súpa meira enn eina skeið av suppuni fyri at vita um hon er góð
Útlendis ítróttur

Føroyingum dáma væl at ferðast og hyggja at fótbólti.

Danski ferðafyriskiparin visitfootball.dk hevur bitið merki í, at talið á vitjandi út Føroyum er nógv vaksandi. Í veruleikanum vóru 94 prosent fleiri vitjandi úr Føroyum í januar í ár í mun til somu tíð í fjør, siga tey í tíðindaskrivi.

- Av tí sama hava vit gjørt eitt átak bara til føroyingar, sigur Claus Bermann sum eigur og rekur visitfootball.dk

Nýggja átakið, ætlað føroyingum sæst her: Fodboldrejser fra Færøerne.

Liðini sum føroyingar fegnast vilja vitja eru:

1. Manchester United

2. FC Barcelona

3. Liverpool FC

4. Arsenal FC

5. Manchester City

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo