Lat fortíðina spáða um framtíðina
- V. Poulsen
Bøkur

Føroyingasøga hevur eitt heilt serligt pláss í føroyskari mentanarsøgu. Teksturin varð fyrstu ferð týddur til føroyskt í 1832, og síðani eru fleiri týðingar og fleiri útgávur komnar av søguni.

Nú hevur Eivind Weyhe, granskari, týtt Føroyingasøgu av nýggjum. Týðingin fylgir upprunatekstinum nærri, enn tær eldru týðingarnar gera, samstundis sum roynt verður at endurgeva søguna í einum nútíðarligum málbúna.

Umframt sjálva Føroyingasøgu er rúgvismikið fakligt tilfar til áhugaða lesaran. Í útgávuni eru áleið 440 fótnotur við frágreiðingum um ymisk viðurskifti, bæði av málsligum og innihaldsligum slag. Navnalisti við síðutølum lættir um at finna, har persónar og støð koma fyri í søguni. Og aftast er prentað vísindagrein, sum viðger søguna meira djúptøkið.

Bókin kemur út týsdagin 25. oktober, og týskvøldið verður nýggja týðingin løgd fram á tiltaki í Norðurlandahúsinum, har norska forlagið, Saga Bok, eisini fer at greiða frá stórum átaki at geva alla Flateyarbók út á norskum máli fyri fyrstu ferð.

Torgrim Titlestad, søgufrøðingur, fer at greiða frá stórverkinum, sum eisini rúmar Føroyingasøgu. Ein lítil framsýning verður av myndum úr norsku skreytútgávuni, og Eivind Weyhe greiðir frá um nýtýðingina av Føroyingasøgu, ið Nám gevur út.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo