Gert tú pening til gud, fer hann at plága teg sum fjandin
- Henry Fielding
Útlendis ítróttur

24 ára gamli føroyingurin Jóhan 'N0tail' Sundstein hevur skrivað seg í søgubøkurnar saman við sínum toymi OG Dota við at vinna finaluna The International 8 og heilar 11,2 milliónir dollarar ella 72 milliónir krónur.

Tilsamans var puljan á 25,4 millónir dollarar og er tað tann størsta nakrantíð í eini E-Sport-kapping.

Tað skrivar Ekstrablaðið.

The International 8 er tann størsta Dota 2-kappingin í heiminum og hevur hon vart í tvær vikur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo