Ofta býr fals undir fríðum skinni
- Føroyskt orðatak
Vinna

Meðan gistingarhús í Føroyum hava ilt við at nøkta tann stóra eftirspurningin, sum er eftir seingjaplássum um summarið, er hetta verri enn so støðan um veturin.

Visit Faroe Islands hevur lagt dent á at fáa fleiri ferðafólk til Føroya í lágsesongini, men sambært ávísum gistingarhúsum í landinum hevur framgongdin hesi seinru árini, tá tað kemur til vitjandi um veturin, ikki verið tann stóra.

Trý gistingarhús, sum VP hevur verið í samband við í dag, siga, at talið á vitjandi nú í vetur er nøkulunda tað sama sum um hesa tíðina í fjør.

Á Hotel Hafnia hava tey havt eitt vaksandi tal av ferðafólkum í ár, og hevur summarið verið gott við nógvum gistingum og einum størri eftirspurningi enn áður, samstundis sum sesongin er vorðin longur. 

Men tá tað kemur til vetrarmánaðirnar, er talið á vitjandi á Hotel Hafnia nakað tað sama sum í fjør.

Hotel Hafnia útgreinar ikki, hvat hetta heilt ítøkiliga merkir, men út frá kontekstinum er lítið at ivast í, at hetta helst merkir, at tað er verri enn so útselt á Hotel Hafnia fyri í vetur.

Hotel Hafnia leggur aftrat, at belegningurin fyri vetrarsesongina í ár er nøkur fá prosent betri enn fyri vetrarsesongina í fjør.

Á Hotel Føroyum er støðan nakað tann sama sum á Hotel Hafnia.

Tað hevur ikki verið stór framgongd í mun til undanfarin ár, tá tað kemur til talið á vitjandi um veturin, og sum tey málbera seg á Hotel Føroyum, so er tað øgiliga friðarligt nú á hotellinum.

Eisini á Hotel Føroyum er sesongin breiðkað hesi seinastu árini, soleiðis at hon nú er frá apríl til september, meðan hon fyri ikki so nógvum árum síðan bara var frá mai til august.

Apríl og september hava verið øgiliga góðir mánaðir hjá Hotel Føroyum, men nú í november og nakrir mánaðir fram er talið á bókingum nøkulunda tað sama sum undanfarin ár.

Á Hotel Streymi er tað eisini rættiliga friðarligt nú - á leið tað sama sum um hesa tíðina onnur ár-, og sum nú er, eru tað sera fáar bókingar á hotellinum fram til miðskeiðis í apríl - tíðarskeiðið 20. desember til 2. januar undantikið, tá sera nógv hava bílagt sær pláss á hotellinum yviri við Strond.

Um tvey ár skulu tvey nýggj hotell við tilsamans 290 nýggjum hotellkømrum standa klár í Havnini.

Annað er Hilton Garden Inn Faroe Islands hjá LÍV og Atlantsflogi, sum skal vera liðugt á vári ella sumri í 2020, meðan hitt er hotellið hjá Smyril Line á Oknarvegi í Havn. Hetta skal standa liðugt tann 1. mai 2020.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo