At vera eydnuríkur er at hugsa rætt
- úr Børkuvísum
Lesarin skrivar

Nú um dagarnar hoydrist, at ein av fyrrverandi lærarakreftunum á Vinnuháskúlanum (fyrrverandi Sjómansskúlanum, Maskinmeistaraskúlanum og Skiparaskúlanum í Klaksvík) var farin handan sýn. Hesin var ein av teimum lærarum, sum myndaðu Sjómansskúlan í Tórshavn í áttati og nítiárunum og seinni við.

Tað er hugnaligt at hoyra røddina hjá fyrrverandi sjómansskúlalærara Petur Hans Dahl, fyrrverandi lærara á Sjómansskúlanum, har hann í Kringvarpinum hegnisliga spáar um veður og vind næstu dagarnar og hugleiðir um tekin, tey "gomlu" knýttu at veðrinum, men tíanverri eru nógvar aðrar kendar røddir frá tíðini, har ein sjálvur sum næmingur hevði sína gongd í einum av føroysku maritimu skúlunum í áttati og níti árunum, tagnaðar fyri alla framtíð.

Føroya Sjómansskúli, Føroya Maskinmeistaraskúli og Skiparaskúlin í Klaksvík munnu, sum bert fáir aðrir lærustovnar her á landi, hava verið "gæs sum hava lagt gullegg" fyri Føroya land og Føroya fólk gjøgnum árini. Her verður hugsað bæði um yvirmenn á okkara fiskiflota og farmaflota eins og yvirmenn í uttanlands sigling, útbúgving á hesum lærustovnum, sum hava verið við til at fáa ovurstór peningavirðir til land okkara og framvegis gera hetta dagliga. Eisini onnur fólk, sum kanska hava útbúgving frá hesum lærustovnum sum part av øðrum hægri útbúgvingum, hava í dag onnur týðandi størv her á landi og eru á munadyggan hátt við til at mynda hetta samfelag.

Lærarakreftirnar á hesum stovnum hava gjøgnum árini á samvitskufullan og ósjálvsøknan hátt lagt nógva orku og nærlagni í alt tilevna tað menniskjaliga tilfar, sum nú einaferð valdi at útbúgva seg innan tað maritima økið, til tey dugnaligu álitisfólk, sum hava ríkað og framvegis ríka okkara alfagra land so ómetaliga nógv. Neyvan hevur menniskjaligt tilfar, sum byrjaði uppá maritimar útbúgvingar í farnum árum, altíð verið serliga lovandi (ikki minst íroknað ein sjálvan), men við stórari vitan, nærlagni, ágrýtni og við stórari menniskjaligari virðing og kunnleika hava hesar lærarakreftir aloftast hepnast vi at framleiða yvirmenn (og kvinnur sjálvandi), sum ikki á nakran hátt standa aftan fyri nakran annan í altjóða høpi. 

Føroyskir fyrrverandi maritimir næmingar, sum kanska seinni leitaðu sær víðari til hægri lestur uttanlands, eru helst ikki so sjáldan komnir til ta niðurstøðu, at bert fáa aðrastaðni í Vesturheiminum ber til at fáa eins holla og ikki minst virðiliga undirvísing og tað, sum maritimir lærarar hava boðið og vælsaktans framvegis bjóða teirra næmingum. 

Hava ikki føroyskir maritimir lærarar við langari "fartstíð" uppiborið at verða heiðraðir og viðurkendir á ein ella annan ítøkiligan hátt av tí almenna føroyska samfelagnum, áðrenn tað er ov seint?

Omanfyri eru nevnd bara dømi frá tí maritima partinum av tí føroyska samfelagnum. Eri sannførdur um, at líknandi dømir um heiðursfólk, sum skæra framúr, eru at finna innan allar aðrar føroyskar útbúgvingarstovnar, innan fyritøkur og stovnar (almennar og privatar), innan tað privata yvirhøvur (sum t.d íverksetarar og eldsálir v.vm) og so víðari og so víðari allastaðni og í øllum pørtum av okkara alfagra landi.

Áttu ikki nógv av hesum at verið heiðraði á ein ella annan ítøkiligan hátt av almennu Føroyum, meðan tey enn eru á lívi?

Flest allir føroyingar rokna vælsagtans seg sjálvar fyri at vera partur av einum serstøkum landi og eini serstakari tjóð. Um ein hyggur eftir okkara grannatjóðum, so hava allar hesar ymiskar háttir at heiðra teimum av teirra borgarum, sum á ein ella annan hátt hava skarað framúr í ymiskum høpi, og ella trúfast hava røkt týðandi størv yvir tíð við meira.  Tað er eisini vanligt, at okkara grannatjóðir heiðra útlendingar við sínum serstøku tjóðar "ordanum", um hesi hava verið teirra landi at frama á einhvønn hátt.

Áttu ikki Føroyar, sum ein sjálvstýrandi tjóð við virðing fyri sær sjálvari, ongantíð ov skjótt at umhugsa at seta á stovn eina skipan við ymiskum serføroyskum heiðursteknum (ordanum um ein vil) úr til dømis gulli, silvuri ella bronsu til føroysk heiðursfólk, eins og til útlendingar, sum hava virkað Føroyum at frama á einhvønn hátt?

Her kundi ein ímyndað sær  til dømis ein "veðraordan", ein "tjaldursordan", ein "grindaordan" og so framvegis.

Tílík skipan hevði neyvan lagt serligt trýst á føroysku fíggjarlógina.

Hin møguleikin er, at føroysk heiðursfólk enn sum fyrr skulu bíða eftir at onkur "sekreterur" á Kristiansborg, Fredensborg, Amalienborg og hvat nú allar hesar borgirnar eita "forbarma" seg og útdeila ein danskan riddaraordan ("I tur og orden", sjálvsagt).

Við tøkk fyri upptøkuna

J.K.H.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo