Taparin rósar sigurharranum og minkar um ósigurin. Vinnarin rósar taparanum og veksur um sigurin
- úr Børkuvísum
Vinna

Kristján Þór Júlíusson, íslendski fiski- og landbúnaðarráðharrin, boðaði í gjár frá í kunngerð, at føroysk skip sleppa ikki at fiska lodnu í íslendskum sjógvi.

Orsøkin er at eingin fiskiveiðuavtala er gjørd millum Føroyar og Ísland.

Og tá eingin fiskiveiðuavtala er gjørd landanna millum, so sleppa heldur ikki føroysku línuskipini at fiska í íslendskum sjógvi.

Sí kunngerð her

- Føroyingar vilja ikki loyva okkara skipum at fiska svartkjaft næsta ár, sigur fiskiráðharrin við íslendska kringvarpið í dag.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo