Tá fólk sleppa trúnni á Gud, trúgva tey ikki á onki, tey trúgva á hvat sum helst
- G. K. Chesterton
Innlendis ítróttur

Føroyska U19 kvinnulandsliðið í flogbólti vann 3-0 á Íslandi í morgun í einum sera væl spældum dysti.

Fyrsta sett vann Føroyska U19 landsliðið við 25-21. Íslendingar løgdu seg á odda í byrjanini, men so tóku føroysku kvinnurnar seg saman og bardu seg framum og vunnu settið. Næsta sett vunnu Føroysku kvinnurnar eftir at Íslendingar høvdu verið frammanfyri 17-7. Settið vunnu føroyingar eftir at hava sett alt inn sum tær áttu og tær vunnu settið 25-22. Triðja sett var eisini sera javnt, men settið endaði við, at Føroyar tóku sigurin og vunnu 25-23.

Dysturin var væl leiktur og sera spennandi. Føroysku kvinnurnar vístu altjóða styrki og vístu at tær kunnu gera seg galdandi í altjóða flogbóltskappingum.

Føroyar skulu spæla aftur í morgin kl. 8 ímóti Onglandi og kl. 13 ímóti Íslandi. Spælt verður tá um 5-7 plássið í kappingini.

Dystirnir verða stroymaðir beinleiðis á http://ustre.am/1cmkr og viðmerktir á Facebook síðuni hjá Flogbóltssambandinum.

Á Føroyska U19 landsliðnum eru, ovast frá vinstru Eva Winther Nagata úr Fleyr, Rakul Biskupstø úr Mjølnir, Súsannan Ludvig úr Fleyr, Sirið Anthoniusen úr Mjølnir, Sharon Holm úr TB, Ása Klein Olsen úr Mjølnir. Niðast frá vinstru: Tóra Djurhuus úr ÍF, Turið Højgaard úr Mjølnir, Barbara Herdalur Poulsen úr Drátti, Magnhild Jacobsen úr Fleyr,  Jórunn Elisdóttir Wang og Anna Sunadóttir Hansen úr Drátti. Venjarar eru Berit Norðoy Vilhelmsen og Marjun Kalsø og lið- og ferðaleiðari er Christian Nagata.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo