Lat fortíðina spáða um framtíðina
- V. Poulsen
Bøkur

Í døgunum 20.-23. september fer árliga bókamessan í Gøteborg av bakkastokki, og aftur í ár eru føroyskar bókmentir væl umboðaðar.

Tað eru umboð frá FarLit og Bókadeild Føroya Lærarafelag, sum eru til staðar á føroyska básinum og hava fundir við útlendsk forløg, agentar, týðarar og onnur, ið hava áhuga í føroyskum bókmentum. Bókamessan í Gøteborg er eisini opin fyri almenninginum og tí koma eisini nógvir sviðar framvið at forvitnast um, hvat Føroyar hava at bjóða innan bókmentir, mál og mentan sum heild, og fleiri hava eisini áhuga í at hoyra um Føroyar sum ferðamál.

Tað er vorðið ein siðvenja at hava eina móttøku á føroyska básinum fyrsta dagin, messan letur upp. Móttøkan er sera væl vitjað og fólk hava veruliga glett seg at smakka tað besta, Føroyar eiga av royktum laksi, brotabreyði, øli, snapsi og vatni. Í ár er tað eisini heppnast at fáa tvey seminar við á ta annars rúgvismiklu seminarskránna, har rithøvundar úr øllum heiminum hava samrøður, orðaskiftir og framløgur. Hósdagin 22. september luttekur Carl Jóhan Jensen og fer at skifta orð við svenska týðaran og rithøvundan Annu Mattsson um bókina “Eg síggi teg betur í myrkri”, sum er føroyska tilnevningin til Norðurlendsku Bókmentavirðislønina í ár. Leygardagin 24. september verður Marjun Syderbø Kjelnæs á skránni og fer somuleiðis at skifta orð við Annu Mattsson um yrkingasavnið “Opna”, sum kom út fyrr í ár.

Bókamessan í Gøteborg er tann størsta av sínum slag í norðurlondum og áherslan á norðurlendska samstarvið er tí stórt. Í fjør vóru beint undir 100.000 vitjandi, 800 framsýnarar, 23 lond og knappir 1200 fjølmiðlar á messuni. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo