List verður skapað í einsemi
- úr Børkuvísum
local.fo

News in English

Tiltøk

Hósdagin 26. september fer Lív Maria Róadóttir Jæger at lesa upp yrkingar á flamska bókasavninum, Muntpunt í Brússel.

Lív Maria Róadóttir Jæger er í Brússel í sambandi við Transpoesie, ið er afturvendandi yrkingatiltak, sum hevur til endamáls at varpa ljós á málsligt fjølbroytni í Evropa. Eisini er ein av yrkingunum hjá Lív Mariu at síggja í almennu ferðsluni í Brússel á føroyskum, fronskum og hollendskum.

Lív Maria fer at lesa nýggjar yrkingar upp á føroyskum, samstundis sum ein týðing á enskum verður víst á stórskíggja. Á tiltakinum í Muntpunt verða eisini yrkjarar, sum lesa á kekkiskum, hollendskum, frísiskum og baskiskum.

Í ár er Transpoesie í døgunum 26. september til 17. oktober. 22 mál verða at hoyra og síggja ymsastaðni í Brússel í sambandi við tiltakið.

Tað er felagsskapurin EUNIC Brússel, sum skipar fyri Transpoesie. EUNIC Brússel er eitt mentanarligt samstarv, har føroyska sendistovan hevur atlimaskap. Endamálið við limaskapinum er at seta føroyska list og mentan á breddan í Evropa.

Rithøvundafelagið avger, hvør yrkjari skal umboða Føroyar á Transpoesie. Undanfarnu árini hava Vónbjørt Vang, Carl Jóhan Jensen, Sissal Kampmann, Tóroddur Poulsen og Oddfríður Marni Rasmussen umboðað Føroyar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo