Um eingin Gud var, so vóru heldur eingir gudsnoktarar
- G. K. Chesterton
Onnur tíðindi

Adam Johansen, sum í dag við einum endaligum dómi í Hægstarætti misti danska ríkisborgararættin, er 28 ára gamal.

Les eisini: Hálvur føroyingur missur pass og útvístur úr Danmark fyri IS-samband 

Mamman er føroysk, pápin er tunesari. Adam er føddur í Føroyum, men tá hann var trý ára gamal fluttu tey til Danmarkar at búgva.

Adam Johansen skal sita ein fongsulsdóm uppá fýra ár, áðrenn hann verður vístur av landinum með alla.

Hann er ikki revsaður áður, men hevur fingið hørðu revsingina fyri at lata seg upp í hendurnar á yvirgangsfelagsskapinum Islamiskum Stati. Hann hevur eitt nú verið í Sýria og fingið venjing at berjast fyri IS og annars fremja yvirgang.

Pápi hansara býr í dag í Tunesia, og Adam er sjálvur eisini tunesiskur ríkisborgari. Av tí at hann hevði bæði danskan og tunesiskan ríkisborgararætt bar til hjá donskum myndugleikum taka danska ríkisborgararættin frá honum og at útvísa hann.

Eftir at hann sum smádrongur var fluttur til Danmarkar úr Føroyum fór hann at ganga í ein muslimskan skúla i Keypmannahavn. Hann tosar arabiskt, hevur onga útbúgving og hevur síðani 2011 livað av almannahjálp. Kona hansara konverteraði til islam tá hon var 18 ár. Hon undirvísir í dag 8 ára gamla barninum, tey hava saman, heima. 

Bý- og Landsrætturin vildu ikki vísa hann av landinum, tí hann hevur familju í Danmark. 

Hægstirættur segði í dóminum í dag, at vil familjan vera saman, so kunnu mamman og barnið fara til Tunesia at vitja pápan.

Danski løgmálaráðharrin, Søren Pape Poulsen hevur aftaná dómin sagt við danskar miðlar, at hann er væl nøgdur við dómin, og at dagurin í dag var "ein góður dagur fyri Danmark."

- Dómurin setur eina tjúkka striku undir, at um tú vendir Danmark bakið og fert í parti við IS, so ert tú ikki vælkomin aftur, so hevur tú fráskrivað tær ríkisborgararættin, eisini um tú hevur familju her í landinum, segði hann.

kelda: Jyllandsposten

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo