Sjúkt er samfelag, har tað loysir seg best einki at eiga og einki at tíma
- úr Børkuvísum
local.fo

News in English

Skúli

Illustrerandi mynd

- Talið á fremmandamæltum næmingum í fólkaskúlanum økist støðugt, og hetta er ein stór avbjóðing í fólkaskúlanum. Næmingarnir eru úr nógvum ymiskum londum og tosa ymisk tungumál, og aldursbýtið spennir eisini víða, sambært Frágreiðing til aðalorðaskifti um fólkaskúlan frá 2018, stendur millum annað at lesa í støðulýsing av teimum avbjóðingum, ið eru á integrasjónsøkinum í Føroyum, sum Uttanríkis- og vinnumálaráðið hevur gjørt.

- Allir næmingar, sum hava føroyskt sum seinna mál, hava rætt til serstaka undirvísing í føroyskum. Eisini er heimild at veita børnum undir skúlaaldur stuðul til málsliga menning.

- Skúlastjórar og lærarar, vit hava tosað við, vísa eisini á, at málførleikin hjá børnum við útlendskari mammu er í nógvum førum ikki nøktandi. Orsøkina til hetta halda tey í flestu førum vera, at føroyski pápin er í ov lítlan mun hjástaddur, meðan útlendska mamman sum frægast hjálpir barninum við heimaarbeiði o.ø.

- Ein onnur avbjóðing hjá fleiri næmingum er, at teir ikki duga nakað norðurlendsk mál, og danskt er kravd lærugrein frá 3. flokki.

- Tað vil siga, at næmingarnir skulu læra tvey nýggj mál, bæði føroyskt og danskt. Hetta er serliga ein stór avbjóðing, tá ið næmingarnir koma til Føroya sum tannáringar og skulu taka 9. floks prógv.

- Umframt útbúgving at undirvísa fremmandamæltum, vantar eisini námsætlan og tilfar til fremmandamáls undirvísing fyri næmingar í fólkaskúlaaldri. Sjøtul er settur á arbeiðið.

- Tað er trupult hjá skúlaverkinum at hjálpa børnum úr Miðeystri og Afrika í skúlaaldri, sum fáa familjusameining í Føroyum, um tey ikki duga føroyskt, danskt ella skandinaviskt. Tað er trupult at samskifta við tey, og børnini kunnu mest sum ikki brúka undirvísingartilfarið í føroyska fólkaskúlanum.

- Tey skulu brúka nógvu orku at læra seg bæði føroyskt og danskt, og verða av somu orsøk afturúrsigld í øðrum lærugreinum. Tað ávirkaðir bæði trivnaðin og møguleikarnir fyri framhaldandi útbúgving. Hetta er fremsta orsøkin til, at danskir myndugleikar hava hert krøvini til familjusameining fyri børn, millum annað, at metast skal um framtíðarmøguleikar hjá barninum at kunna finna seg til rættis í Danmark.

- Tað er eisini vert at hefta seg við, at kanningar í Danmark vísa, at børn hjá tilflytarum úr Miðeystri og Afrika, bæði annað og triðja tilflytaraættarlið, fáa ikki betur próvtøl enn í skúlanum enn ættarliðini undan teimum. Fleiri teirra fáa heldur ikki eina miðnámsútbúgving. Líknandi kanningar eru ikki gjørdar í Føroyum.

Støðulýsingin kann lesast her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo