Meira ræður um tað, ið rætt er, enn hvør ið rætt fær
- V. Poulsen
Onnur tíðindi

Fróðskaparsetur Føroya: Føroyskt Lógar Rit (FLR) er óheft løgfrøðiligt tíðarrit, ið hevur til endamáls at skipa og útgeva tilfar, ið lýsir og greinar mál av týdningi fyri føroyska løgdømið.

FLR hevur síðani 2001 virkað fyri dygdargóðari og fakligari viðgerð av løgfrøðiligum avbjóðingum í føroyska samfelagnum.

Av ymiskum orsøkum hava ongar útgávur verið í seinastu árini, men ynskir virkandi ritstjórnin aftur at bjóða lesandi, lógkønum og áhugaðum til ritstjórnarfund í FLR mánakvøldið 9. desember kl. 19 í Jónas Broncksgøtu 25, veghæddin.

Skráin til fundin mánakvøldið er hendan:
1. Val av ritstjórn
2. Viðtøkubroytingar
3. Komandi útgávur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo