Um eingin Gud var, so vóru heldur eingir gudsnoktarar
- G. K. Chesterton
Lesarin skrivar

Farnu dagarnar hevur KvF varpað ljós á, at møguleikarnir hjá tilflytarum at læra føroyskt mál eru ikki nóg góðir. Eisini eru undirvísingartilboðini ov illa skipað og ov fá verða sett.

Avleiðingin er vánalig og tilvildarlig integratión.

Í Degi og viku hevur landsstýriskvinnan í útbúgvingarmálum greitt frá, at námsætlanin nú verður endurskoðað og skipanin savnað soleiðis, at krøvini til frálæruna og fakliga førleikan tí viðvíkjandi eisini verða ásett samsvarandi evropeiskum standardi, harundir útbúgvingarprógv í føroyskum sum fremmandamál.

Og landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum boðaði í Degi og viku eisini frá, at tað í sambandi við útlendingalóggávu koma nýggj krøv eitt nú til uppmøting til undirvísing í føroyskum, og at nøktandi føroyskur málførleiki er treyt fyri varandi uppihaldsloyvi.

Málið er grundarsteinur undir góðari integratión

Ofta verður integratión býtt sundur í fýra tættir:

-          Stovnslig integratión er arbeiðsmarknaðartilknýti

-          Mentanarlig integratión er mál, mentan og samfelagsviðurskifti

-          Sosial integratión er gerandislig sambond

-          Politisk integratión er fólkaræðislig luttøka.

Í samgonguskjalinum hjá sitandi býráðsmeiriluta varð í sambandi við integratión dentur lagdur á menna føroyskt sum fremmandamál, og fyri umleið tveimum árum síðani fór kommunan undir miðvíst at arbeiða við integratión.

Í mai 2018 varð upprit frá integratiónssamskiparanum og leiðaranum fyri kvøldskúlanum lagt fram fyri trivnaðarnevndini og býráðnum um føroyskt sum fremmandamál.

Har verður sligið fast, at málið er grundarsteinur undir góðari integratión og fortreyt fyri stovnsligari integratión, mentanarligari integratión, sosialari integratión og politiskari integratión.

Tí varð mælt til, at undirvísingin verður skipað alt eftir førleika- og torleikastigi. Endamál skal harumframt vera, at tilflytarin tekur prógv í føroyskum sum fremmandamál svarandi til 9. floksprógv og til miðnámsprógv.

Við støði í hesum samtykti býráðið at heita á landsmyndugleikarnar um at skipa undirvísingina av føroyskum sum fremmandamál eftir ymsum førleikastigum og torleikastigum, og at henda undirvísing verður savnað í kvøldskúlanum í Havn, sum hevur tær flestu royndirnar og fakligu førleikarnar á økinum.

Eisini samtykti býráðið at heita á landsmyndugleikarnar um, at megintreyt fyri varandi uppihaldsloyvi er, at persónar hava staðið føroyska málroynd. Kommunan hevur tí eisini eftirlýst føroyska integratiónslóggávu, so at uppgávur og ábyrgdir innan integratión verða ásettar í rammulóg.

Hesa er Uttanríkis- og vinnumálaráðið nú farið undir, har kommunan longu hevur givið íkast. Tá vit seta krøv til tilflytararnar um at duga føroyskt mál, so er alneyðugt, at myndugleikarnir eisini skipa undirvísingina soleiðis, at tað í veruleikanum er møguligt hjá tilflytarunum at ogna sær føroyska málið.

At Mentamálaráðið leggur seg eftir evropeiskum standardi hesum viðvíkjandi er avgjørt ein dygd.

Í sambandi við Diversity Week í oktober í fjør skipaði Tórshavnar kommuna eisini fyri ráðstevnu um málmenning til vaksin, ið skulu læra føroyskt sum annað mál. Hetta varð gjørt fyri at varpa ljós á manglandi skipaðar karmar hjá tilflytarum at ogna sær føroyska málið.

Ráðstevnan legði eisini gott grundarlag fyri tí samskifti, sum síðani hevur verið millum kommununa og landsstýrið um integratión sum heild.

Tað er tí at fegnast um, at tað, sum Tórshavnar kommuna hevur sett út í kortið til tess at skapa ta góðu integratiónina viðvíkjandi føroyskum sum fremmandamál, nú hevur fingið landsmyndugleikarnar í gongd við at skipa hesi viðurskifti munandi betri.

Nú er bara at koma á mál.

Bergun Kass
Forkvinna í trivnaðarnevnd Tórshavnar býráðs

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo