Tað er vandi í hvørjari vælferð
- føroyskt orðatak
Lesarin skrivar

Tað er valla heim í Føroyum, sum lívið fer, sum ikki hevur samband við eitt av teimum trimum sjúkrahúsunum. Nú kemst ikki til verðina uttan á Landssjúkrahúsinum, tí trygdin verður søgd sett í hásætið bæði hjá móðir og barni. Í Danmark og Føroyum verður roknað við, at eini 90% av fólkinum á ein ella annan hátt eru árliga í samband við heilsuverkið.

Lat meg  fyrst siga, at okkara hús hevur verið í samband við bæði Klaksvíkar- og Landssjúkrahúsið og, tá børnini vóru smá, eisini Ríkissjúkrahúsið. Vit hava bara gott at siga um viðgerð, viðferð og kensluna annars. Alt hevur verið “handlað eftir bókini” – væl og virðiliga, so hendan greinarøðin skal  ikki takast sum álop – men tvørturímóti og tó við ábendingum.

Sjúkrahús er ein miðdepil, sum lív, veikleiki og deyði snúgva seg um  og krøvini til hendur, heilar og kenslur hjá starvsfólkum eiga  - so vítt gjørligt -  at vera optimal. Tí skulu hesi fólk vera sterk likamliga so væl sum sálarliga, við- og fyrikomandi, tænastuvillug, arbeiðssom, uppofrandi – her kann vísast til Florence Nightingale, sum helst er obligartoriskur partur av lærugreinini saman við læknalyftinum.

Mong álit – fjøld av ráðstevnum
Tí er helst lítið at siga til, at nógv hoyrist og hevur verið at hoyra millum fólk, fjølmiðlarnir hava hetta sum gott mið og ikki minst, sum av og á hevur verið at hoyrt og hoyrist, at stríð er millum læknar og sjúkrarøktarfrøðingar, millum læknar sjálvar, eisini millum læknar og teirra arbeiðsgevarar um t.d. ósemju um milliónir krónur í úrtíðargjaldi, sum ikki fæst frá hondini, um helming av troti og tørvandi læknum og “sera umleypandi veður” á okkara høvuðssjúkrahúsi o.m.a.

Leikfólk sum hava fylgt meiri og minni við í mong ár, (sum so skal greinarøðin takast), hava fingið álit eftir álit tilevnað og fyrilagt av víðfevndum ráðgevum, stundum hava partar verið tillaðagir okkara lítla og avbyrgda landi og stundum hevur verið siktað væl við síðuna av, alt eftir hvør hevur verið við í arbeiðinum. Ráðstevnur hava verið nógvar. Hetta hevur staðið uppá í slaka hálva øld.

Hugmynd og úrslit
Flestu læknar, sum virka í Føroyum, hava lisið í Danmark, sum við sínum 5 milliónum íbúgvum sjálvandi hevur verið við til at tillaga teirra framtíðar hugmynd og sammetingum av føroyska sjúkrahúsverkinum við okkara 50.000 íbúgvum.  Spurningurin er tí, hvussu rætt hetta hevur verið og hvussu hetta er í samband við sergreinir, allan bygnaðin og allar útbyggingarnar.

Jógvan við Keldu

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo