Einasta strategiin sum við vissu fer at miseydnast er ongantíð at taka nakran váða
- Mark Zuckerberg
Krutl

Leygardagin 16. mars hevði MáF aðalfund í hølunum hjá Dramaverkstaðnum. Tey, ið hava mannað nevndina seinastu setuna eru Noomi Reinert, forkvinna, Ann Mari J. Midjord, Jákup Dahl Wardum, Ebba Sofía Kruse, næstforkvinna, og Hilmar Joensen, kassameistari. Tey bæði síðst nevndu stóðu fyri vali á aðalfundinum. Bæði vóru sinnað at halda fram sum nevndarlimir og eingin annar var í uppskoti. Sostatt heldur nevndin fram. Tveir eykalimir vórðu valdir á aðalfundinum; tað eru Lena Danielsen og Rakul í Gerðinum. Eisini takkaði Hjalmar Augustinussen fyri seg, nú hann hevur sitið sum skrivari hjá MáF, meðan fasti skrivarin, Ingun Christensen, hevur verið í farloyvi.

Áhugaleikurin hevur staðið í blóma kring landið seinastu tíðina. Framførslurnar hava verið nógvar og fjølbroyttar, og somikið sum 10.553 fólk hava sæð leikir hjá ymsu feløgunum. Í farna leikárinum hava skemtileikir og stevnuteiti, men eisini meiri álvarsamir leikir, stórslignar uppsetingar og barnaleikir verið á skránni hjá limafeløgunum í MáF.

Innan áhugaleik rúmast allir aldursbólkar. Tað er ógvuliga ymiskt, hvussu mong ár feløgini innan áhugaleik hava á baki. Nevnast kann, at Havnar sjónleikarafelag hátíðarhelt í fjør 100 ára stovningardag og Dramaverkstaðið bleiv 20 ár, og tað hevur sett sín dám á teirra leikár. Nýggjasta felagið er Suðuroyar sjónleikarafelag, sum rættiliga hevur gjørt vart við seg við stórum uppsetingum í SALT í farna ári. Í Nólsoy hava tey hugsavnað seg um Ovastevnuteitið, meðan Klaksvíkar sjónleikarafelag og Losjan/Glotti hava lagt seg eftir at bjóða eina góða blanding av skemti og álvara í sínum framførslum.

Limafeløgini í Meginfelag áhugaleikara Føroya eru Havnar Sjónleikarafelag, Klaksvíkar Sjónleikarafelag, Sjónleikarafelagið Glotti, Dramaverkstaðið, Ungmannafelagið Royndin, Bygdarfelagið Eydnan, Suðuroyar Sjónleikarafelag og Ungmannafelagið Virkið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo