Lat fortíðina spáða um framtíðina
- V. Poulsen
Tiltøk

Nú er dansitíðin byrjað aftur, og eitt av afturvendandi tiltøkunum líka síðani Norðurlandahúsið lat upp í 1983 er barnadansurin í Norðurlandahúsinum. Aftur í ár skipar Dansifelagið í Havn fyri barnadansi í Norðurlandahúsinum fríggjakvøld kl. 20 í dansitíðini, har børn og ung dansa saman við vaksnum.

Næstu ferð dansað verður er fríggjakvøldið 11. oktober kl. 20:00. Dansað verður fríggjakvøld kl. 20:00 fram til og við 6. desember og aftur frá 3. januar til og við 14. februar 2020 - tó er eingin dansur fríggjakvøldini 18. oktober (í heystfrítíðini) og 1. november (Alla halganna dag). Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin!

Harumframt dansar Dansifelagið í Havn vanliga í Hornahúsunum fríggjakvøld kl. 22 í dansitíðini. Byrjað verður við ársaðalfundi fríggjakvøldið 25. oktober, kl. 21 í Hornahúsunum. Nýggir limir eru vælkomnir at tekna seg, og fólk eru eisini vælkomin bara at møta upp okkurt dansikvøld og vera við.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo