Tú lóggevur ikki tey fátæku til ríkidømi við at lóggeva tey ríku til fákækradømi
- Adrian Rogers
local.fo

News in English

Vinna

Fiskiskapurin hjá JFK á landleiðini og Føroya Banka hevur fingið bláa stemplið uppá, at hann er burðardyggur og væl umsitin.

Marine Stewardship Council (MSC) fór undir sínar metingar í august í fjør, og nú, 14 mánaðir seinni, kunnu JFK og Kósin selja sínar vørur um allan heim við MSC góðkenningini.

Marine Stewardship Council er kanska tann mest brúkta váttanin fyri burðardygga veiðu sum finst, og tí fegnast Jógvan Hansen, sølustjóri hjá JFK og Kósini.

Í tíðindaskrivi frá MSC sigur hann, at góðkenningin er úrslit av áralongum og miðvísum arbeiði.

- Tað er partur av okkara visjón, at vit vilja lata okkara eftirkomarum tilfeingi í sjónum í minst líka góðum standi sum vit fingu tað frá okkara forfedrum. Tað er tað sum vit leggja í burðardygd. Og vit hava lagt okkum eftir brosmuni og longuni, tí vit merkja ein vaksandi eftirspurning frá kundunum eftir júst hesum fiskasløgunum, sigur hann í tíðindaskrivi.

Gisli Gislason frá MSC sigur, at treytaða góðkenningin er enn eitt prógv um, at JFK gongur undan í royndunum at fáa føroyska fiskivinnu burðardygga og góðkenda. Tað er vanligt í byrjanini við treytaðari góðkenning, og MSC sær fram til at fylgja við arbeiðnum at gera ymsar ábøtur.

Hann sigur seg vóna, at góðkenningin fer at vera væl móttikin á marknaðunum í Suðurevropa, har tað mesta av søluni er.

Longa og Brosma verða serliga seld saltað til marknaðir í Portugal, Spania og Italia.

Góðkenningin er galdandi fyri fiskiskap eftir brosmu og longu við botntroli, línu og partvís eisini snellu við skipum hjá JFK og Kósini og bert á landleiðini og Føroya Banka.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo