Sterkar kvinnur kunnu bert vera giftar við veikum monnum
- Betty Davis
local.fo

News in English

Krutl

Summi halda, tað er nakað nógv av tí góða, onnur fáa ikki nóg nógv at jólatónleiki um høgtíðina. Hoyrir tú til seinna bólkin, les so her.

Tí Kringvarpið hevur latið upp nýggja rás á heimasíðuni, sum spælir føroyskan jólatónleik út í eitt fram til jóla. Rásin varð tendrað í morgun.

- Hugskotið kom í vikuni at royna eina nýggja útvarpsrás. Og av tí at fleiri av okkara lurtarum ynskja meira jólatónleik, var hetta eitt upplagt høvi at royna netrásina, sigur Ivan Niclasen, stjóri.

Rásin liggur tøk á heimasíðuni hjá Kringvarpi Føroya. Hon kann hoyrast við at trýsta á leinkið "24/7 Jólatónleikur", sum liggur á høgra bredda á www.kvf.fo.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo