Vilt tú tryggja friðin, ver so brynjaður til kríggj
- George Washington
Innlendis ítróttur

Loksins fær Tórshavnar kommuna nú nýtslurætt til lendið til golfvøll á Glyvursnesi.

Broyting varð í 2013 gjørd lógini um landsjørð í 2013 soleiðis, at kommunur kunnu langtíðarleiga lendi til almannagagnlig endamál. Og líka síðan hava samráðingar verið við Búnaðarstovuna og festaran um tey endurgjøld, sum lógin áleggur kommununi at gjalda.

Býráðið hevur nú samtykt sáttmála, ið tryggjar kommununi nýtslurætt til eitt 522.000 fermetra stórt lendi í Glyvurshaga, og sum er á sjálvum nesinum. Harumframt keypir kommunan gamla grótbrotið.

Fyri festaran er avleiðingin, at hann skal flyta alt virksemið av økinum. Endurgjaldast skal í hesum sambandi fyri at velta upp úr nýggjum, hegn og mist bit umframt bygningar.

Samlaða gjaldið, íroknað keyp av grótbrotinum, er uml. kr. 9,8 mió. Harav væntar kommunan, at landið rindar kr. 4 mió, so sum avtalað er frammanundan.

Við sáttmálanum ber til hjá kommununi saman við Tórshavnar Golffelag at leggja ætlanir fyri byggingina av golfvølli við 18 holum. Ætlandi verður bygt í stigum soleiðis, at tað altíð ber til at íðka golf á Glyvursnesi. Fram til og við 2022 verður ítøkiligt lendisarbeiði tó at samskipa við virksemið hjá festaranum á økinum.

Sáttmálin er stórt og týdningarmikið stig á leiðini at byggja golfvøll á Glyvursnesi. Og eingin ivi er um, at golfvøllur á altjóða stigi í Føroyum gevur munandi betri vakstrarlíkindi fyri golfítróttinum, og  kemur eisini at hýsa altjóða kappingum, umframt at vera ferðavinnumál.

Málið varð einmælt samtykt í býráðnum í kvøld.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo