Tú kanst ikki forða sorgarfuglum at flúgva yvir høvdinum. Men tú kanst forða teimum at byggja reiður í hárinum
- Kinesiskt orðatak
Vinna

Vinnuhúsið: Í farnu viku var ferðalag umboðandi yrkisútbúgvingar í Riga, har tað m.a. var arbeitt við at geva føroyskum handverkslærlingum møguleikan at kappast í Europa.

Fyrr í ár sendi Føroya Handverksmeistarafelag umsókn til WorldSkills Europe um luttøku í europameistaraskapinum. Hendan verður viðgjørd í summar. Endamálið við ferðini til Riga var sostatt í høvuðsheitum at umrøða føroysku umsóknina um limaskap.

Føroysku lærlingaútbúgvingarnar eru skipaðar sum ein veksliskipan, har handverksmeistarin hevur ábyrgdina av lærlinginum, sum skiftivís skal í skúla í nøkur tíðarskeið í lærutíðini, men mestu tíðina fer lærlingurin ígjøgnum praktiska læru á læruplássinum. Við á ferðini var eisini Landsstýriskvinnan í mentamálum, Hanna Jensen, og tað fegnast Føroya Handverksmeistarafelag um. Magnus Magnussen, formaður, segði í hesum sambandi: ”Tað hevur sera stóran týdning fyri okkara lærlingar, at vit nú síggja slíkan áhuga og engagement frá Mentamálaráðnum”

Fyriskiparanir av FM fyri handverkslærlingar ynskja fyrst og fremst at fáa heimligu kappingina í fastar rammur, men tað hevur sjálvsagt týdning at líta frameftir og tryggja føroyska ungdóminum, sum hevur gjørt tað klóka val at fara í handverkslæru, møguleikan at kappast við sínar líkar í Evropa.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo