Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Borgarar, ið eru komnir til árs, flyta fritt ímillum kommunur i dag og kunnu stilla seg á ein bíðilista og verða visiteraði, fyri síðani at koma inn á røktarheim. Hinvegin eru fólk, sum eru komin á eitt røktarheim ella sambýli, stavnsbundin at vera har og kunnu ikki flyta yvir kommunalt mark. Hatta er ikki at javnseta borgarar i Føroyum.

Sambært eldralógini skal sjálvsavgerðarrætturin hjá borgaranum virðast. Tórshavnar kommuna metir tað ikki verða rímiligt, at fólk verða stavnsbundin á røktarheimi ella stovni í ávísari kommunu, tey einaferð hava fingið pláss á, tí lógarheimild er ikki fyri at tey kunnu flyta á røktarheim í aðrari kommunu.

Fólk, sum vegna sín røktartørv ikki hava møguleika at flyta millum kommunur, eiga at kunna søkja um at flyta av røktarheimi í einari kommunu á røktarheim í aðrari kommunu. Hetta er ikki møguligt við galdandi lóggávu, og tí verða hesi fólk stavnsbundin og sjálvsavgerðarrættur teirra verður ikki virdur.

Tórshavnar kommuna hevur áður gjørt Almannaráðið varugt við mangulin í lóggávuni, men enn er onki hent. Tórshavnar býráð hevur tí í kvøld samtykt, at kommunan sendir beinleiðis áheitan til Almannamálaráðið um at taka støðu til henda trupulleikan, og at fáa viðurskiftini viðvíkjandi flyting í og úr røktarheimi millum kommunur skipað við lóg.

Heilsu- og umsorganartænastan fær av og á umsóknir og fyrispurningar frá borgarum, ið ynskja at flyta úr røktarheimi/stovni í aðrari kommunu til eldrabústovn í Tórshavnar kommunu. Somuleiðis hava dømi verið um, at borgarar á bústovni í Tórshavnar kommunu hava ynski um at flyta til røktarheim í øðrum kommunusamstarvi.

Dømi eru um at borgarar flyta bústað í fólkayvirlitinum, uttan veruliga at flyta til kommununa. Í tílíkum førum kemur  §  6 í lóg um fólkaskráseting heldur enn eldralógin at avgera, um viðkomandi er rætt skrásettur og harvið hevur rætt til at koma á bíðilista til røktarheimspláss í kommununi.

Kommunufelagið hevur nýliga boðað frá, at eingin samanhangandi og skipað eftirmeting av eldraøkinum reiðiliga er farin í gongd, hóast Landsstýrið í tíðindaskrivi í desember 2017 boðaði frá, at hetta fór at verða sett í gongd í 2018. Sum skilst er ætlanin í staðin, at kommunurnar umvegis Kommunufelagið seta fram ynski um broytingar í eldralógini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo