At vera eitt sexsymbol er ein tung byrða at bera, serliga tá ein er móð, særd og ørkymlað
- Marilyn Monroe
Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Fleiri av stóru íbúðarbygningunum við Karlamagnusarbreyt eru lidnir ella við at verða lidnir. Í vikuni flyta tey fyrstu 11 inn í nýggju vardu íbúðirnar í búfelagsskapinum við Karlamagnusarbreyt.

Tað sær út til, at risastóra vinnu- og bústaðaútbyggingin við Karlamagnusarbreyt í Hoyvík fer at nøkta ein rættiliga stóran part av tørvinum eftir íbúðum.

Áhugin hevur verið stórur fyri at byggja fram við Karlamagnusarbreyt. Áhugin var størstur fyri smærru stykkjunum, men nú eru øll stykkini seld, burtursæð frá trimum, sum kommunan heldur aftur, tí kannað verður, um fleiri parkeringspláss skulu gerast.

Talan er um fjølbroytta bústaðabygging av ymsum slagi við hópin av ymsum handlum og fyritøkum.

Um lutfallið millum bústaða- og handilsøki verður tað sama á øllum stykkjunum, so verða fleiri enn fleiri enn 300 íbúðir tøkar við Karlamagnusarbreyt innan stutta tíð.

Sí fleiri myndir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo