Um vit brúka lívið rætt, er tað nóg langt
- Seneca
Politikkur

Landsstýrismaðurin í Samferðaslumálum, Heðin Mortensen, sigur, at endiliga er avtalað gjørd um, at Jósup byrjar sigling nú mánadagin. 

- Hetta er gott fyri fólk í Hesti, og somuleiðis er ferðaætlanin hjá Teistanum varðveitt, sum hon er í dag. Hetta er eitt positivt og munandi ískoyti til verandi ferðaætlan, sigur Heðin Mortensen. 

Strandferðslan fer nú at uppraðfesta túrar út í Hest. Hetta skal gera, at fólk í Hesti fáa tað hópin høgligari at ferðast úr Heysti og yvir á Gomlurætt.

Jósup fer at sigla eftir einari greiðari ferðaætlan millim Hest og Gomlurætt. Hetta er ein ætlan, sum skal halda fram til apríl mánað, tá summarferðuætlanin byrjar, men Landsstýrismaðurin í Samferðslumálum ætlar, at hetta skal halda fram.

Fólk í Hesti fáa nú høvi at búgva í Hesti, fara til arbeiðis, og ganga í skúla. Ørindi í meginøkinum eru eisini høglig. Jósup hevur fýra túra hvønn dag, har fyrsti túrur er úr Hesti kl. 07.00, og seinasti túrur kl. 19.30 allar dagar í vikuni. Hetta passar eisini til rutuna hjá Teistanum, til Gomlurætt, so bussleiðin til Havnar eisini kann brúkast. 

Er tørvur á farmaflutningi ella flutningi av akførum í og úr oynni, eru tilkalling og túrar settir í ferðaætlanina, so er at seta seg í samband við Strandferðsluna.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo