Tað eru trý sløg av fólkum. Tey sum fáa tingini at henda, tey sum hyggja at ímeðan tingini henda, og tey sum undrast yvir hvat f.... tað var sum hendi
- Fred Clauser, neyðlendi í Eiðisflógva í 1969
Lesarin skrivar

Eitt borgarakort kann vera eitt hent amboð bæði hjá kommunalu umsitingini og einastaka borgaranum, sum skal hava síni serstøku rættindi í høvuðsstaðnum, sama hvussu vit annars skipa viðurskiftini hjá ferðafólkum í Tórshavnar kommunu.

Býbussarnir, sum í hesum tíðum eru fyltir við ferðafólkum, ið koyra ókeypis, eru dømi um, at borgararnir verða settir til viks, tí vitjandi í høvuðsstaðnum koyra gratis buss um alla Havnina. Her havi eg hug at gera mun á borgarum og ferðafólkum, tí ókeypis bussleiðin er fyrst og fremst ætlað at lætta um hjá borgarunum í høvuðsstaðnum í strævna gerandisdegnum, umframt at bussleiðin eisini er ætlað at eggja fólki til at brúka bilin minni.

Tað hevði verið rættast, at ferðafólk rindaðu ferðaseðil í býbussunum, meðan borgararnir í Tórshavnar kommunu vístu fram eitt borgarkort, sum gav teimum rætt til ókeypis busskoyring.

Ókeypis bussleiðin er eisini ein órímiligur kappingarneyti hjá hýruvognunum í høvuðsstaðnum, tí ferðafólk velja heldur at koyra gratis buss enn at leiga hýruvognar.

Allar tænastur hjá kommununi kundu so ella so verið knýttar upp í borgarakortið, uttan mun til um talan er um ókeypis tænastur ella tænastur, sum kosta. Klippikortini í svimjihylinum, sum vit rinda fyri, kundu verið gjørd elektronisk sum partur av borgarakortinum, og lánikortið á bókasavninum kundi eisini verið bygt inn í borgarakortið.

Talan er um eitt hent amboð, har bara hugflogið setir markið fyri, hvussu vit brúka tað.  

Bogi Andreasen,
fólkaflokkurin,
býráðslimur og form. í Vinnunevndini

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo