Eitt barn, ein lærari, ein bók, ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai
local.fo

News in English

Innlendis ítróttur

Tað er enn málleyst á Tórsvølli, nú farið er til halvleiks í EM-undankappingardystinum ímillum Føroyar og Malta.

Tað hava ikki verið nógvir málmøguleikar í dystinum, og  og sum heild er 0-0 eitt rættvíst úrslit, hóast Føroyar hava havt 61% av spælinum, meðan maltesar bert hava havt bóltin 39% av tíðini.

Dysturin hevur í heila tikið ikki verið tann mest undirhaldandi, og longu eftir 12 minuttir byrjaðu føroysku áskoðararnir - ikki teir 40-45 maltesisku, sum eru komnir til Føroya i sambandi við dystin - at gera ta meksikansku alduna.

Sum altíð er eitt tekin um, at fólk keða seg.

Nakrir málmøguleikar hava tó verið.

Í 23. minutti fingu føroyingar tann fyrsta málmøguleikan í dystinum, tá eitt fríspark frá Branduri Hendriksson Olsen nakað uttanfyri maltestiska brotssteigin rakti Hall Hansson, sum var í einari góðari støðu inni í brotssteiginum.

Tíverri stútaði Hallur beint við síðurnar av.

Í 35. minutti legði Jóan Símun Edmundsson flatt innfyri til Sølva Vatnhamar, sum fekk fótin fyrst á bóltin.

Vatnhamar rakti tó eisini ein maltestiskan leikara á vegnum og gjørdi sambært dómaranum fríspark ímóti maltesanum.

Hevði hann rakt málið, sum hann ikki gjørdi, hevði tað sostatt ikki talt við allíkavæl.

Dysturin í kvøld er annars tann síðsti heimadysturin hjá bæði Lars Olsen, landsliðvenjara, og Atla Gregersen, liðskiparanum á liðnum.

Føroysku fjeppararnir hava aldrin tikið Lars Olsen til sín, á sama hátt sum teir gjørdu við Brian Kerr, sum var landsliðsvenjari í tíðarskeiðnum 2008-11.

Men undan dystinum ímóti Rumenia leygarkvøldið hildu Skansafjeppararnir einum bannara uppi við andlitinum á Lars Olsen og orðunum "Tak for minderne".

Hesin bannarin slapp tá bert at hanga í nøkur fá sekund, men í kvøld hevur hann hingið uppi í allan fyrra hálvleik.

Somuleiðis hildu Skansafjeppararnir einum bannara uppi í nøkur sekund undan dystinum í kvøld fyri at heiðra Atla Gregersen. Á bannaranum stóð "Vælkomin í Skansan, Atli".

Apropos Atla, so hevði hann eina sera týdningarmikla takling í 43. minutti, tá ein maltesi var um at gerast fríur ímóti Gunnari Nielsen í føroyska málinum.

Ein minutt seinni var tað Jóannes Bjartalíð, sum var um at gerast fríur í hinum endanum, men hansara skot varð eisini blokerað.

Harvið málleyst higartil, men vónandi verður betri í seinna hálvleiki.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo