Tað er hættisligt at hava rætt, tá hitt almenna er á skeivari leið
- Voltaire
Politikkur

Jógvan Skorheim, formaður í Sjálvstýri, legði í dag fram valskránna hjá flokkinum til fólkatingsvalið, sum verður tann 5. juni.

Høvuðsboðskapurin hjá Skorheim - ella Sjálvstýri - var, at flokkurin, um hann fær eitt umboð valt á fólkating, fer at lata sessin standa tóman.

Sjálvstýri vil hava fólkatingssessirnar avtiknar, og heldur formaður floksins, at tað er betri at stilla upp á henda hátt enn at gera sum eitt nú Páll á Reynatúgvu úr Tjóðveldi og ikki stilla upp.

Skorheim varð spurdur, um tað ikki hevði havt eina størri effekt ikki at stilla upp, av tí at hetta hevði kunnað havt við sær eina lægri vallutøku og størri líkasælu yvirfyri fólkatingsvalinum.

Víst varð í hesum sambandi á yvirfyri formanninum í Sjálvstýri, at høvuðsboðskapurin hjá Sjálstýri kann eventuelt geva bakslag í mun til endamálið, sum er at avtaka fólkatingssessirnar.

Kann boðskapurin hjá Sjálvstýri uppfatast sum ein provokatión og eventuelt hava við sær, at áhugin fyri fólkatingsvalinum verður enn størri, enn hann annars vildi verið? Og kann ein slíkur áhugi í síðsta enda rættvísgera núverandi skipan, har Føroyar og Grønland hava tvey umboð hvør í fólkatinginum?

Skorheim var avgjørdur í mun til hesar spurningar. Hann legði dent á týdningin av, at fólk skulu sleppa at siga sína hugsan um, hvørt tey vilja hava fólkatingssessirnar avtiknar ella ei.

- Eg haldi, tað hevur øgiliga stóran týdning, at fólk sleppa at siga sína hugsan. Tey hava ongantíð kunnað sloppið at tikið støðu til, um tey vilja hava ein sess, ella um tey ikki vilja hava ein sess í fólkatinginum.

- Tað hava verið val, har man ikki hevur valt at stilla upp, men eg haldi, at hetta er ein gyltur møguleiki hjá fólki at siga, "at hetta vilja vit ikki hava, og tí atkvøða vit fyri Sjálvstýri, so at vit kunnu vísa tað."

Skorheim varð hareftir spurdur, um endamálið við hesari "fólkaatkvøðuni um fólkatingssessirnar" var at flyta fokus frá tí rumbli, sum hevur verið í flokkinum hesa síðstu tíðina, har ávísir framstandandi limir í flokkinum hava víst sína ónøgd við hann sum formann.

Men Jógvan Skorheim helt ikki, at umrødda rumblið hevur nakað við hesa heldur alternativu valskránna hjá flokkinum at gera.

Hann vísti herundir á, at tað ikki er nakað nýtt, at flokkurin ynskir at avtaka fólkatingssessirnar.

- Rumbul hevur verið í nógvum flokkum, eisini í Sjálvstýri. Hetta (fólkaatkvøðan) behøvist ikki at flyta fokus frá tí (rumblinum). Tað (rumblið) hevur fingið nógv fokus, so tað fer tað sikkurt eisini at fáa í framtíðini.

- Tað er ikki nakað nýtt í tí, at vit ynskja at avtaka fólkatingssessirnar, og í hesum føri siga vit, at hetta er ein nýggjur máti at gera tað uppá fyri at vísa púra greitt fyri fólki og geva teimum møguleikan (at atkvøða fyri ella ímóti fólkatingssessunum), og tað haldi eg er øgiliga demokratiskt og rætt, segði Jógvan Skorheim.

Sjálvstýri kunnger í morgin, hvørji valevnini til fólkatingsvalið verða.

Umframt Páll á Reynatúgvu, sum eisini ynskir fólkatingssessirnar avtiknar, stillar Miðflokkurin heldur ikki upp til danska valið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo