Hvussu kann mann minnast tað, sum mann hevur gloymt?
- Jógvan á Fjørðinum
Politikkur

Fólkaflokkurin, við formanninum á odda, roynir at billa føroyingum inn, at vit rinda 67% í skatti.

Hetta við dømi um, at av 12.000 kr. í inntøku verða 8.000 kr. rindaðar í skatti og gjøldum.

Hetta er ikki rætt.

Heldur er hetta eitt “bluff” fyri, at seta egnan flokk í fokus.

Men hetta skapar ótryggleika millum fólk, og gevur fólki eina skeiva fatan av veruligu skattaskipanini.

Havi tí vent mær til TAKS, fyri at fáa upplýsingar um, hvat ein persónur við familju í veruleikanum rindar.

TAKS hevur røttu tølini
TAKS hevur roknað dømi fyri ein persón við familju, ið býr í eini kommunu við miðal kommunuskattaprosenti (20,19%).

Talan er um persón við barnafrádrátti fyri 2 børn, har eitt barn er undir 7 ár og eitt er yvir 7 ár. Talan er um tvey dømi, við ymsum árligum inntøkum.

Ein persón, ið vinnur 20.000 kr. um mánaðin og harvið 240.000 kr. í ársinntøku.

Ein persón, ið vinnur 800.000 kr. árliga (og verður tí hægst skattaður), men vinnur 12.000 kr. afturat, tvs. 812.000 kr. í inntøku.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo