Eg havi onki ímóti at liva í eini mannfólkaverð, soleingi eg sleppi at vera kvinna í henni
- Marilyn Monroe
Politikkur

Fólkaflokkurin ætlar sær at vinna sessin á Fólkatingi aftur og fer at føra praktiskan politikk, sum skapar veruligar sigrar.

Fólkaflokkurin er besta boðið, tá ið um ræður at brúka fólkatingssessin til frama fyri føroyingar, bæði í Føroyum og í Danmark.

Hetta vil Fólkaflokkurin:

•     Tryggja lóggávu, sum hóskar til føroysk viðurskifti

•      Fáa tey við serligum tørvi heimaftur

•     Yvirtaka loftrúmið

•      Nei til flóttafólk

Á Fólkatingi vilja vit arbeiða fyri okkara fólk. Vit vilja hava eitt vakið eyga við øllum fólkatingsmálum, sum ávirka Føroyar og føroyingar. Vit vilja í lóggávuarbeiði tryggja, at á felagsøkjum skulu vit fyri Føroyar hava lóggávu, sum hóskar til okkara samfelag.

Vit hava tíverri upplivað, at núsitandi landsstýri hevur góðtikið, at vit noyðast at hava somu lóggávu sum Danmark. Tað hevur ikki verið neyðugt fyrr og skal heldur ikki galda í framtíðini.

Vit vilja ganga gjøgnum heilt fyri at røkja áhugamál hjá føroyska fólkinum og føroyskum vinnulívi. Fólkafloksumboð á Fólkatingi fer at virka óheft av donskum flokkum, men vil nýta sessin at tryggja okkara viðurskifti.

Vit vilja tryggja okkara ungu bestu útbúgvingarmøguleikar og gera alt fyri, at tey koma heimaftur. Vit vilja undir ongum umstøðum lata frá okkum sjálvræði á okkara tilfeingi í sjónum.

Fólkaflokkurin vil á Fólkatingi skapa praktiskt samstarv um praktisk mál. Størstu sigrarnir við fólkafloksumboðan eru yvirtøka av undirgrundini og bankaavtalan.

Verandi kjak um loysing ella samband førir ongan veg. Stríðið um loysing ella samband skal ikki dragast til Danmarkar, men hoyrir heima í Løgtinginum.

Vit mugu arbeiða fyri, at Føroyar fáa altjóða viðurkenning. Vit vilja á Fólkatingi slóða fyri einum felagsskapi millum suverenar statir. Einum felagsskapi við javnbjóðis pørtum, sum eisini gevur okkum rætt til limaskap í ST og øðrum altjóða og millumtjóða felagsskapum. Til gagns fyri Føroyum.

Vit siga nei til ES limaskap - og ja til samstarv. Okkara umboð á Fólkatingi vil verja okkum móti ágangi og boykottum frá ES. Í makrelstríðnum stóð landsstýrismaður okkara við sína avgerð og vardi føroysk áhugamál – uttan hjálp frá føroysku fólkatingsumboðunum.

Vit vilja virka fyri fríhandli við ES.

Fáa tey við serligum tørvi heimaftur
Alt ov nógv meta tað vera neyðugt at flyta av landinum, tí tilboðini til teirra børn ella avvarðandi ikki eru nøktandi í Føroyum. Fólkaflokkurin ætlar beinanvegin at kanna, greina og skapa grundarlag fyri, at øll skulu kunna koma aftur til Føroya, sum einaferð vóru noydd av flyta. Føroyar skulu vera fyri allar føroyingar.

Yvirtaka loftrúmið
Føroyskt loftrúm skal vera føroyskt. Í verandi støðu eru vit partur av einum ódámligum býtishandli millum Danmark og Ísland. Føroyskt loftrúm skapar inntøkur, førleikar, vitan og størv. Verandi støða gevur okkum ikki innlit í, hvat fyri inntøkur okkara loftrúm gevur. Hetta vilja vit ikki lata okkum lynda á nakran hátt. Føroyskt loftrúm fer at skapa inntøkur – og fer eisini at gera tað fíggjarliga møguligt at yvirtaka loftferðslumyndugleikan beinanvegin.

Nei til flóttafólk
Ógvusliga órógvin í okkara grannalondum av flóttafólki vísir okkum greitt, at vit eiga at hjálpa flóttafólki, har tey eru, heldur enn at taka tey til Føroya. Tá ið hugsað verður um mentanarligar munir og tann ovurstóra kostnaðin, so sigur tað seg sjálvt, at vit gera størstan mun við at hjálpa flóttafólki, har tey eru. Tá hjálpin verður latin, har tey eru, ger hon nógv størri mun.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo